Skriva út

Elduvíkar kirkja


Hin 20. Januar 1947 Samtyktu elduvíkingar samlaðir í Elduvíkar skúla, at fara undir at byggja eina kirkju. Nevnd var niðursett, við Salomen Joensen presti, sum formanni, at hava málið til viðgerðar.

H.C.W.Tórgarð, arkitektur varð biðin um at gera eitt skitsuprojekt. Nevndin avgjørdi saman við honum, at gomlu trækirkjurnar skuldu nýtast sum fyrimynd, men við teimum nútímans tillagingum, sum máttu vera ein sjálvfylgja.

4. oktober 1947 sendir kirkjunevndin skriv til Føroya Løgting. Víst verður til tekning og kostnaðarmeting frá H.C.W.Tórgarð. Sagt verður frá, at nevndin hevur fingið loyvi at savna pening í døgunum 7. til 21. Oktober. Víðari verður sagt frá, at bygdamennirnir vilja gera alt arbeiðið viðv. Útgrevstri, flutningsarbeiði av sandi og timbri v.ø. og útvega grót og flyta hetta til staði og síðan gera alt stoypiarbeiði ókeypis.

Í skrivi til Løgtingið t. 17. juli 1948, verður sagt frá at grivið er út fyri grundini og sandur og grót eru fingin á plássið.

Á várið 1950 var alt fundamentarbeiði liðugt og timburtilfarið fingið uppá pláss. Hesum arbeiðum stóð Jákup Garðshorn fyri.

Teir íð stóðu fyri smíðingini vóru Heine Eldevig (Lítli Heini) úr Niðaru Nýggjustovu í Elduvík og Martin Nónskarð (fyrr Eldevig), sum eisini var elduvíkingur. Heine og Martin vóru systkinabørn og tiltiknir smiðir.

27. juli 1951 sendir kirkjunevndin í Elduvík skriv til Færøernes Kirkeinspektion og sigur frá, at nú er kirkjan nærum at vera liðug. Ein av grundunum til longu byggitíðina vóru truplu umstøðurnar at fáa við til vega.

Kirkjan varð vígd sunnudagin 14. Oktober 1951.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið

Samband

Dánial Martin Hansen
Formaður

Handan Á 2
478  Elduvík
Tel. 44 45 63 / 58 25 05
T-postur hjá kirkjuráðnum: elduvikar(at)kirkja.fo