Skriva út

Kirkjur

Kirkjur í Føroyum

Frá siðaskiftinum í 1540 og til 1907 vóru oyggjarnar býttar sundur í 7 prestagjøld. Í dag eru prestagjøldini 16. Tað eru 61 kirkjur tilsamans, ið framvegis eru í brúki. Gamla kirkjan í Gøtu og kirkjan á Nesi eru ikki longur í føstum brúki, men verða tó framvegis brúktar við serlig høvi. Kirkjuráðini eru eisini 61, eitt við hvørja kirkju. Prestarnir i føstum starvi eru 24 í tali, umframt biskup og dómpróst.
 
Tað er ymiskt, hvussu nógvar kirkjur eru í hvørjum prestagjaldi. Sandoyar prestagjald hevur ikki færri enn 6 kirkjur, tí næst kemur Norðoya eystara og Norðoya vestara, Norðstreymoyar eystara, Vága og Suðuroyar sunnara prestagjald við 5 kirkjum hvørt, síðani koma Sjóvar, Eiðis, Suðurstreymoyar vestara og Suðuroyar norðara prestagjald við 4 kirkjum hvørt. Í Fuglafjarðar, Norðstreymoyar vestara og Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru 3 kirkjur í hvørjum, og í Nes og Glyvra prestagjaldi eru 2 kirkjur í hvørjum. Í fleir prestagjøldum eru eisini bønhús, har presturin ella prestarnir av og á halda gudstænastu.
 
Ólavskirkjan í Kirkjubø er nógv elsta kirkja í Føroyum. Gamalt er sagt í Kirkjubø, at árstal hennara eru fýra eitttøl, og er hetta rætt, er elsti parturin av kirkjuni bygdur longu í 1111. Næstelsta kirkjan í Føroyum er dómkirkjan, sum varð vígd 3. sunnudag í advent í 1788.
                     
Um 78% av Føroya fólki eru limir í Fólkakirkjuni.