Skriva út

Villads Bøgesvang

Villads Bøgesvang
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Villads Bøgesvang hevur verið deknur í Christianskirkjuni í tíðarskeiðnum 1987-1994 og soleiðis “on and off”. Villads er føddur leypársmessudag 24. februar 1970.

-Mær dámdi væl at vera kirkjutænari. Eg eri uppvaksin við kirkjuni og havi trivist í kirkjuni. Kirkjan hevur verið ein partur av mær. Pápi mín var prestur, men hann blandaði seg ongantíð um eg fór í kirkju ella ikki. Tað var einans mín avgerð og tað havi eg tað gott við, sigur Villads Bøgesvang.

-At vaksa upp í einum heimi, har pápin er prestur er eitt sindur øðrvísi enn í einum vanligum heimi. Pápi hevði ongantíð frí, hann hevði eitt 24/7 arbeiði. Soleiðis var tað tá, eg veit ikki um tað er tað sama í dag, sigur Villads Bøgesvang í  heimi sínum á Eiði, har konan er ættað.

Villads hevur verið tyrluflogskipari í mong ár.

-Eg fekk flogcertifikat í 1997, fór í starv hjá Atlantsflog í 1999 og havi verið har í mong ár. Í løtuni arbeiði eg hjá Skansi offshore sum trygdargóðskuleiðari.

-Eg kenni allar bygdirnar í Føroyum úr fuglaperspektivi. Havi flogið allastaðni í Føroyum og kenni hvønn tind eins og mín egna buksulumma, sigur hann.

-Kona mín Poula er ættað av Eiði og vit búgva her. Vit eiga fýra børn, tvey vaksin og tvíburðar, sum eru tannáringar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.