Skriva út

Vilhelm (Villi) Magnus Olsen

Vilhelm (Villi) Magnus Olsen
deknur
Skála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vilhelm er uppvaksin á Válinum og hevur búð alt sítt vaksna lív á Skála. Hann er føddur tann 14. august 1958 og giftist Sólbjartu Olsen av Skála í 1981 og tey hava búð á Skála síðani. Kirkjan hevur altíð verið ein partur av lívinum hjá Villa. Sum smádrongur gekk hann í kirkju við foreldrunum og hesin vanin hevur fylgt honum gjøgnum lívið. 

    -Tað var Sigvald Kristiansen, kommunulækni á Skála, sum bað meg lesa. Hann sat í kirkjuráðnum. Og eg segði ja beinanvegin, uttan at hugsa meg um. Eg vildi vera deknur. Og tað var ein elddópur eg fekk. Jógvan Fríðrikson var tá prestur her og hetta var ein gudstænasta, sum varð beinleiðis útvarpað. Jú, eg var nervøsur. Vit komu í hvønn krók í landinum. Nú er tað ein vani at lesa og fellur mær ikki tungt.

Meðan tað gongur væl verðsliga í samfelagnum, minkar talið av teimum, sum vilja vera partur av fólkakirkjuni. Hetta harmar Villa, men hann hevur ikki mist vónina. 

    -Minkingin er ikki stór og eg fornemmi, at nú gongur rætta vegin aftur. Eg haldi ikki, at vit skulu broyta gudstænastuna á middegi sunnudag munandi. Men vit kunnu skipa fyri øðrum gudstænastum, eitt nú um kvøldið, har formurin kanska ikki er so fastur, sigur hann. 

    -Tað er ikki so bundisligt at vera deknur á Skála. Vit lesa ein mána í senn, tað er høvuðsreglan og eg haldi, at tað er gott, at vit skiftast. Eg velji ofta stuttar lestrar. Mær dámar sera væl at lesa lestrarnar hjá John Mylnhamar. Eg royni at velja sálmar, sum fólk duga at syngja. Eg haldi , at sangurin hevur stóran týdning fyri gudstænastuna. 

    -Eg ætli mær at halda fram sum deknur, so leingi eg havi heilsu og stundir. Og við stundir meini eg, um eg ikki fari uttanlands at arbeiða.

Villi er maskinsmiður og lærdi sum ungur á skipasmiðjuni í Vestmanna. Síðan kom hann á Skála, har hann arbeiddi á skipasmiðjuni. Villi hevur eisini sum ungur verið til skips. Hann var so óheppin fyri nøkrum árum síðani at detta av eini tekju og fekk stóran skaða. Síðan hevur hann starvast sum sýnsmaður.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”