Skriva út

Vígdis Berg

Vígdis Berg
deknur
Hov

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vígdis býr í Trongisvági, men er fødd og uppvaksin í Hovi og hon ger eisini tænastu sum deknur í Hovs kirkju. Vígdis er fødd 14. november í 1985.

-Einaferð hugsaði eg um at lesa teologi ella gudfrøði, men eg gekk frá tankanum, sigur Vígdis Berg.

-Akkurát hví eg gjørdist deknur veit eg ikki. Tað mundi vera mangul uppá betri. Eg varð so biðin og eg gjørdi tað fyri at avloysa Eydnu Danielsen. Eg havi ikki lisið ofta og var øgiliga nervøs, eri tað enn. Tað tekur tíð at koma inn í mannagongdina. Eg má royna at gera deknastarvið til mítt og tað kann taka tíð. Orðið skal berast fram, soleiðis at tað er skilligt og gevandi, sigur hon.

-Eg havi ætlanir um at vera deknur í Hovs kirkju í framtíðini, um tey vilja hava meg. Mær dámar deknastarvið og tað er ein avbjóðing persónliga fyri meg, sigur hon

-Eg eri lærar, tók prógv á Fróðskaparsetrinum og eri lærari í Vági. Eg eri glað fyri at vera lærari og tað er stuttligt at arbeiða saman við børnum. Akkurát nú eri eg lærari hjá tilkomnum børnum, sigur hon.

Vígdis er gift við Bergur Strøm Rasmussen og tey eiga tvey børn. Gentu og drong. Í skrivandi løtu í oktober 2021 eru tey 12 og 13 ára gomul.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.