Skriva út

Una Sólheygg Michaelsen

Una Sólheygg Michaelsen
organistur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Una er ung og hon hevur gingið til orgulundirvísing hjá Jóhannu Johannesen í Klaksvík, sum er ein lærari, sum hevur fingið nógvar organistar til føroysku kirkjuna. Una er fødd 24. juni 2005.

-Hetta er fjórða árið eg spælið. Eg fekk tilboðið um at læra at spæla orgul í Musikkskúlanum. Í fyrstuni var tað eitt sindur keðiligt, men nú, eg eri byrjað at spæla sálmar, tími eg betri, sigur Una Sólheygg Michaelsen.

-Eg havi eitt ljómborð ella keyboard heima, og har venji eg. Men eg venji eisini, tá eg eri til undirvísing hjá Jóhannu. Hon er organistur í Christianskirkjuni.

-Undir kirkjugongd plagi eg at spæla preludium, postludium og ein sálm. Eg venji hvønn dag ella eg royni at venja hvønn dag. Tími ikki so væl, um tónleikastykkið er ov torført.

-Onkuntíð eri eg bangin, tá íð eg skal spæla undir gudstænastu. Tað er helst tí, at tá havi eg ikki vant nóg væl framman undan. Annars, um fyrireikingin er í lagi, eri eg slett ikki bangin. Um eini trý ár fari eg at klára at spæla eina heila gudstænastu, sigur hon.

-Eg búgvi í Kunoy og gangi í skúla í Klaksvík á Skulatrøð. Eg gangi eisini til hondbólt og tað gongur væl, vit eru á einum fimtaplássi í løtuni.

(Samrøðan er gjørt í mars 2017.)

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.