Skriva út

Una Hansen

Una Hansen
deknur
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Una er klokkureinur nólsoyingur. Bæði foreldrini eru ættaði úr Nólsoy. Hon er fødd 24. juni í 1949.

-Tað var verpápin Leif Hansen, lærari og deknur í Nólsoy, sum førdi hana í deknastarvið. Eg læs fystu ferð dýrabiðjudag í 1983 og tá íð Leif doyði í 1989, gjørdist eg deknur, sigur Una Hansen.

-Tað er langur starvsaldur, skjótt 40 ár. Eg og Evy Toftegaard skiftast annanhvønn sunnudag. Vit eru báðar á staðnum. Eg segði ja, tá ið eg var biðin. Fall mær heilt natúrligt, eg hevði altið gingið í kirkju. Eg varð deknur, tá ið svigerfar knappliga gjørdist sjúkur. Hann hvarv mest sum frá degi til dags eftir stutta sjúkralegu. Hann var leingi deknur, eini 20 ár, tað hoyrdi líkasum til lærarastarvið eisini at gera tænastu í kirkjuni.

-Mamma og pápi høvdu handil, og eg havi brúkt so at siga alt mítt arbeiðslív í hesum handli. Eg yvirtók handilin, tá íð tey doyðu. Eg stongdi handilin í 2006. Eg kendi meg útbrendan og orkaði ikki meira. Her er framvegis ein handil í Nólsoy.

-Vit hava fingið trý børn og átta barnabørn er tað vorðið til. Og nú hava vit fingið fleiri barnabørn tættari at okkum. Sonurin Leif og konan Anne Mette eru flutt til Nólsoyar og tey eiga fleiri børn, sigur hon.

-Nú arbeiði eg á Reyðakrosshandlinum í Havn. Havi verið leiðari har seinastu árini. Og sjálvandi er okkara virksemi ógvuliga avmarkað av Coronatiltøkunum, sum raka øll, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.