Skriva út

Ulla Bærentsen

Ulla Bærentsen
deknur
Vágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ulla Bærentsen er ein sentralur persónur í kirkjulívinum í Vági. Hon er kirkjuráðsformaður, hon er ein drívandi meg í kórinum Ljómi og onkuntíð avloysir hon eisini sum deknur. Hon er uppvaksin á Tvøroyri og gift í Vági. Ulla er fødd 19 mars 1958.

-Eg eri ikki fast deknur, havi avloyst av og á. Elin og Karmald hava skiftst og tá teimum hevur borist frá, havi eg verið deknur. Eg tori at standa fram og dámi at fortelja og tí havi eg heldur ongar trupulleikar við at vera deknur. Ein livir seg inn í tekstin og onkuntíð kann eg gerast rørd av tekstinum.

-Sangkórið Ljómur hevur eisini ein týðandi leiklut í gudstænastuni. Nøkur úr Ljómi stuðla felagssanginum og kórið er samlað til gudstænastu nakrar ferðir um árið. Tað er gott fyri meg at vera virkin í kirkjuni. Eg havi verið í kirkjuráðnum nøkur ár og seinastu tvey árini havi eg verið formaður.

-Summi siga, at kirkjan eg haldi ikki. Hámessan skal vera í føstum karmum. Men kirkjan nýtist ikki at vera stirvin. Vit hava hildið fleiri tiltøk í kirkjuni, fyri at fáa ung í kirkju. Vit hava eisini barnakór í sunnudagsskúlanum. Og tað eru nógvir møguleikar, eitt nú at samla øll kórini í oynni til felags gudstænastu av og á. Eg eri av tí áskoðan, at tað ber til at hava øll tiltøk í kirkjuni, so leingi at ikki er talan um blasfemi.

Ulla er gift við Páll Bjarkhamar. Tey eiga tveir synir og eiga fimm barnabørn, trý í Hvalvík og tvey niðri.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”