Skriva út

Tummas Andreasen

Tummas Andreasen
klokkari
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tummas Andreasen var klokkari í Kunoyar kirkju í eitt fimm ára skeið áðrenn 2013. Tá fór hann út at sigla. Og nú er hann aftur í oljuvinnuni, og er einans klokkari, tá hinir ringja eftir honum og sjálvsagt, tá íð hann er heima. Tummas er føddur 23. september 1972.

-Eg kalli meg framvegis klokkara, hóast eg ikki eri fast. Eg eri avloysaraklokkari í dag. Manglar ein klokkari, eri eg klárur, um eg eri heima, sigur Tummas Andreasen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.

Tummas fór sum ungur til skips og gavst at sigla við fiskiskipum í 2007.

-Stutt sagt, eg var vorðin troyttur av fiskiskapi. Eg fór at arbeiða í landi og arbeiddi á Høvdavirkinum í Leirvík.

-Og tað var júst í hesum tíðarskeiði frá 2007-2013 at eg var fast klokkari í Kunoyar kirkju. Eg hugsaði, tá eg varð spurdur, um eg vildi vera klokkari, at her var víst mær eitt ávíst álit, og tí segði eg ja. Eg var á landi og tað lá væl fyri, eg var heima. Eg havi eisini verið kirkjufólk, síðan eg var føddur. Eg eri føddur og uppvaksin á Viðareiði og búgvi í Kunoy, tí kona mín er ættað higani. Hon eitur Annika Vilhelm. Vit eiga tvey børn, dóttir og son og tvey barnabørn, sum sonurin hevur fingið.

-Tá íð eg hevði arbeitt í landi á Høvdavirkinum í fimm ár, tók eg neyðugu skeiðini og søkti um at sleppa at sigla í frálandavinnuni. Eg eri við sum dekkari og varð hangandi, eg veit ikki, tað er gott sjólív at vera í frálandavinnuni, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.