Skriva út

Tróndur Niclasen

Tróndur Niclasen
klokkari
Bíggjar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tróndur Niclasen, er ein av teimum sum byrjaði heilt ungur sum kirkjutænari. Hann var einans 13 ára gamal, tá hann hevði ábyrgdina av torninum í Bíggjar kirkju. Hann er føddur 17. juli 1973.

-Abbi mín Ove Heinesen var klokkari og organistur. Tá íð eg var 13 ára gamal og var uttanlands og ferðaðist ringdi abbi ein dagin. Hann segði, at hann hevði brotið beinið og nú var eg klokkari. Eg var 13 tá og nú 30 ár seinni eri eg framvegis klokkari.

-Mær dámar starvið. Eg var einsamallur í mong ár, nú eru vit tveir og skiftast ein mána í senn. Eg skifti við Gutta Guttesen, hann og mamma eru systkinnabørn.

-Annars koyri eg ambulansu. Eg eri útbúgvin til ambulansutænastu. Eg koyri serliga í Vágunum og í Norðstreymoy og hetta ger,at eg komi nógv í samband við sjúku.

Trónur er giftur við Anitu. Hon er ættað av Sandi og úr Suðuroy. Tey eiga tríggjar døtur, sum eru 10, 14 og 17 ára gamlar.

Og sum teir flestu kirkjutænarar í Vágum fæst Tróndur við seyð. Hann hevur eitt lítið festið, Lonafestið, Har eru 70 seyðir og skipanin er 88. Mammubeiggin eigur eisini eitt lítið festið.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.