Skriva út

Torleif Justinussen

Torleif Justinussen
deknur
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Torleif hevur verið deknur í Árnafjarðar kirkju. Hann er uppvaksin í Árnafirði og flutti sum vaksin til Klaksvíkar. Torleif er føddur 24. februar 1932.

-Eg avloysti Sigrid Jógvansdóttir. Hon for í skúla í Havn og kundi ikki røkja deknastarvið. Í fyrstuni dámdi mær ikki, um fremmandafólk var í kirkjuni. Vóru tað bara árnfirðingar ella bygdamenn hjá mær, bilti ikki, tá var eg róligur. Men so skjótt sum eg sá onkran fremmandan sita í kirkjuni, gjørdist eg nervøsur. Hetta lagaði seg við tíðini,  sigur Torleif Justinussen.

-Eg eri uppvaksin i Árnafirði, mamma er úr Klaksvík og pápi úr Árnafirði. Í 1971 flutti eg til Klaksvíkar, sigur hann.

Torleif var vaksin maður, áðrenn Árnafjørður fekk vegasamband mitt í sekstiárunum í farnu øld.

-Tá íð prestur kom og tá íð fólk kom á vitjan áðrenn tunellin kom, var vanligt at fara í móti fólki og fylgja teimum oman. Tað hendi stór broyting, tá íð vegurin kom. Men tað løgnasta av øllum var, at bygdin minkaði, nú so lagaligt var at ferðast, sigur hann.

-Eg gekk øll sjey árini í fólkaskúlanum í Árnafirði. Lærarin var Niklái Poulsen av Kirkju í Fugloy. Hann var góður lærari og hann lærdi okkum at svimja. Hetta gekk fyri seg við Stórafoss.

-Eg minnist dagin kirkjan var vígd. Hetta var í 1937 og eg var fimm ára gamal tá. Tað komu nógvir bátar til bygdina og teir flaggaðu. Her var nógv fólk, sigur hann.

Torleif er giftur við Nikolinu. Hon er  úr Vági. Pápi hennara fórst við Lauru í 1932. Mamman giftist uppaftur við einum einkjumanni úr Klaksvík, sum átti tveir synir. Tey vuksu øll upp saman sum systkin, sigur hann.

Starvsleiðin hevur verið fiskiskapur. Fyrst útróður úr Árnafirði. Síðan 10 ár við Skálanes í Grønlandi og síðan útróður úr Klaksvík.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.