Skriva út

Torkil Petersen

Torkil Petersen
organistur
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Torkil Petersen er ein byrjandi organistur í Sørvágs kirkju. Hann hevur júst tikið við starvinum og skal avloysa Diaba, sum verður burtur eina tíð. Torkil er føddur 31. desember 1980. Samrøðan er gjørd í 2016.

-Pápi mín, Gutti Petersen hevur spælt urgu leingi í Bø og eg eri uppvaksin við urguleiki. Tá ið eg gekk í fjórða flokki, fekk eg klaverundirvísing og hetta helt fram til 10 flokk. Síðan var ein steðgur í fleiri ár, har eg næstan ikki nart eitt ljóðføri, men fyri tveimum árum síðan fór eg at ganga til orgulundirvísing hjá Gudmund Mortensen, organisti í dómkirkjuni og tá kom gongd á aftur.

-Tað er kanska meira tilfeldugt, at eg eri farin at spæla urgu. Eg havi avloyst pápa og tað var helst undirvísingin hjá Gudmundi, sum fekk meg at spæla orgul.

-Mamma mín er úr Klaksvík og pápi mín bíggjarmaður og er eri uppvaksin í Sandavági. Konan, Karin Mikkelsen er úr Sørvági og vit búgva her. Vit giftust fyri tveimum árum síðan og hava ongi børn fingið enn. Vit keyptu húsini hjá ommu og abba Karin her í Sørvági. Eg trívist í Sørvági, tað kom ikki upp á tal, at Karin vildi búgva í Sandavági, har var einki at gera. Eg var eitt sindur skeptiskur at flyta, men tað bara eru 10 minuttir millum bygdirnar, so eg hugsaðu, at tað fór nokk at ganga. Summi her vesturi eru rættuliga lokal, eg haldi ikki, at tað er heilt galið hjá mær, men uttanfyri Vágarar hevði eg neyvan trivist. Hinvegin, tú venist við alt.

Í løtuni arbeiði eg sum skrivstovumaður og søluassistentur hjá Luna. Her havi eg verið seinatu trý árini. Frammanundan arbeiddi eg í Havn innan frakt hjá Smyril Bluewater.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.