Skriva út

Torkil Haraldsen

Torkil Haraldsen
deknur
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Torkil Haraldsen hevur verið avloysari sum deknur í Sørvágs kirkju síðan einaferð í sjeytiárunum og hann hevur eisini sitið í kirkjuráðnum og eisini sum formaður. Hann er ættaður úr Sandavági og lívsstarv hansara gjørdist at vera lærari í Sørvági. Torkil er føddur 28. juni 1941.

-Eg minnist, at einaferð var eg í Sørvági saman við flokkinum, tá ið eg gekk í barnaskúla. Tá var skúlin í Sørvági nýggjur og DD, sum var fyrstilærari, var ógvuliga errin av skúlanum og vísti hann fram. Lítið grunaði eg tá, at júst hesin skúlin skuldi hýsa mær øll míni virknu arbeiðsár, men soleiðist gjørdist, sigur Torkil Hansen.

-Og DD var eisini maðurin, sum leiddi meg í kirkjutænarastarv sum deknur. Hann var niðri í Danmark og vitjaði døturnar um summarið og tá var tørvur á deknaavloysarum og eg var ein av teimum sum avloysti. Tá skuldi tað vera menn, sum avloysti. Í dag hava vit tveir kvinnuligar deknar umframt tveir menn, sigu hann.

Mamma Torkil var av Djurhuus ættini á Selatrað og pápin av Mýruni í Sandavági. Konan er eisini úr Sandavági. Hon eitur Ásla og tey eiga tvær døtur. Tá Torkil var farin frá sum lærari ætlaðu tey at flyta aftur til Sandavágs, men døturnar søgdu korta nei og nú vera tey verandi.

-Eftir læraraskúlan fekk eg starv í Sørvági. Hetta var í 1964 og eg fór frá í 2001. Síðan gjørdist eg talulærari í Norðstreymi.

-Tá eg kom til Sørvágs, kom eg at búgva á Kelduni. Konan í húsinum forkelaði okkum og eg fall væl til. Tað var ein góð byrjan.

-Báðar døturnar búgva í Sørvági og tað er deiligt. Vit hava fingið sjey barnabørn. Nú undan jólum eru dagarnir stuttir og eg fái tíðina at ganga sum einki. Eg havi tríggjar hølingar, tað er smátt, sum eg havi sett við og teir skulu passast. Mær dámar væl at lesa og eg eri dagliga úti. Her í Sørvági ganga vit enn inn til hvønn annan, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.