Skriva út

Tórfinnur Mortensen

Tórfinnur Mortensen
klokkari
Skálavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tórfinn Mortensen er klokkari í Skálavíkar kirkju og tað hevur hann verið leingi. Hann er føddur og uppvaksin í Skálavík. Tórfinn er føddur 20. desember 1951.

-Pápin var úr Havn. Abbi doyði, tá íð hann var fimm ára gamal og omma giftist suður til Skálavíkar við Lýður Christiansen, sigur Tórfinnur Mortensen.

-Eg  byrjaði í smáum at loysa av í 1982. Ikki nógv tey fyrstu árini. Pauli Jens Jacobsen, bóndi, hevði verið leingi klokkari, síðan fimtiárini og hann doyði í 1994 og tá gjørdist eg fastur klokkari, sigur hann.

-Klokkarin syrgir fyri ljósi og hita í kirkjuni. Og tað er klokkarin, sum hongur sálmanummrini upp. Jólaaftan klokkan seks er gudstænastan yvir øllum í kirkjuárinum. Fyrsta sunnudag í advent plaga vit at hava kendar tónleikarar og sangarar, sum framføra. Her hava verið Haleluja Sofus, Eivør, Evy Tausen og fleiri. Tá er kirkjan vanliga fullsett, sigur hann.

-Eg lærdi til húsasmið í Dali og síðan tá havi eg smíðað og eg smíði enn, sigur hann.

-Tað er ikki ókent at vera kirkjutænari í míni familju. Langabbi mín, Sáru Jóanes var klokkari í gomlu kirkju. Sama við organistur, teir eru eisini í okkara familju. Jógvan í Trøð var fyrsti organisturin í nýggju kirkjuni, síðan Wilhelmina í Dali og hon er pápasystir til Elsu Mariu Trondesen, sum nú spælir á urguni í kirjuni, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.