Skriva út

Tordis Langgaard

Tordis Langgaard
deknur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tordis er deknur í Glyvra kirkju og hon møtir altíð ein tíman undan gudstænastu. Hetta hevur týdning fyri hana og friðurin í kirkjuni ger nakað við hana. Tordis er fødd 19 oktober1962 og søgan um hana kemur eitt sindur seinni í hesum tekstinum, fyrst eitt sindur um friðin í kirkjuni undan gudstænastuni.

-Vit møta altíð tíðliga og eg dugi illa at forklára hvat hendir hendan tíman undan gudstænastu. Orgulið spælir og eg kenni meg bilsnan yvir tann stemmning eg komi í. Eg haldi, at kirkjufólkið skuldi roynt hesa friðarligu løtuna áðrenn gudstænastuna og gjørt sær metingar av henni aftaná. sigur Tordis Langgaard.

Tordis er fødd í Fuglafirði og búði har tey fyrstu trý árini, til foreldrini fluttu út til Saltangará. Hon er gift við Jóan Petur Langgaard og tey eiga trý vaksin børn, tvær gentur og ein drong og trý barnabørn.

-Eg varð biðin til dekn og segði nei tvær ferðir, tí eg ikki kendi meg nóg góðan. Triðju ferð segði eg ja, og tá hevði eg í sinninum gjørt av við meg sjálvan, at hetta kláraði eg eisini. Eg geri mær ómak í starvinum við at finna lestur og sálmar og faktisk livi eg í tekstinum, eg skal lesa sunnudag gjøgnum alla vikuna. Og eg lesi lestrarnar hart fyri mær sjálvum fleiri ferðir gjøgnum vikuna.

-Sjálv havi eg altíð verið røsk at gingið í kirkju. Og eg haldi, at gudstænastan er vorðin enn betri nú sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Tað ger, at nógvar ungar familjur kunnu vera í kirkju og koma við børnunum. Eg haldi, at øll vilja kirkjuna at vera har, tá ið tey hava brúk fyri henni. Eg vil fegin gera eitt arbeiði í Guds víngarði og vera eitt amboð.

-Sálmarnir eru týdningarmiklir og stórir fyri meg. Teir eru væl yrktir og eru aktuellir, hóast mangir eru yrktir fyri mongum árum síðani. Og tað sær út til at sálmannir bara vaksa fyri mær, sum árini ganga.

-Kirkjan hevur altíð havt týdning fyri meg. Eg eri uppvaksin í einum tryggum heimi, har Jesus og trúgvin á hann og á Hansara kærleika og náði, var ein nattúrligur partur. Tað eri eg mínum foreldrum sera takksom fyri, sigur Thordis Langgaard.

Thordis er bankakvinna og arbeiðir í Banknordik. Hon plagar motionera við at ganga túrar um Toftavant. Og uttanfyri arbeiðstíð er tað familjan og handarbeiði, sum fyllir allarmest.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”