Skriva út

Tórbjørg Djurhuus

Tórbjørg Djurhuus
deknur
Skálavíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tórbjørg hevur eina fortíð sum sjúkrasystur í Sandoynni og hon var eisini deknur í Skálavíkar kirkju í eini 10 ár. Tað er hon ikki longur. Tórgerð er fødd 1. januar ella nýggjársdag í 1945.

-Eg kom inn sum avloysari í kirkjuni. Palli Dalsgaard var deknur. Men kona hansara, Ragnhild, gjørdist sjúk og Palli var nógv niðri við henni. Atli Dalsgaard flutti suður, og tá gavst Palli. Í dag er Ebba Stovugarð deknur. Og hví bleiv eg deknur? Palli lokkaði meg og ikki tí, tað var ikki so fremmant, eg var komin í kirkjuna síðan óvitaár. Har vóru ikki tey stóru yvirraskilsini, sigur Tórbjørg Djurhuus.

-Eg havi verið sjúkrasystur og eri fødd í Skálavík. Eg havi altíð búð her, burtursæð frá tíðini, tá ið eg lærdi til sjúkrasystur. Eg varð liðug í 1967. Tað var onki starv til mín í Sandoynni, tá íð eg var liðug, men eg vildi aftur til Skálavíkar og tað fór eg eisini. Seinni fekk er starv í læknaviðtaluni á Sandi og har var eg í mong ár.

-Pápi mín kallaðist Leif Wenningstedt Mortensen og mamman Hildigerð Jacobsen, hon var higani úr Skálavík. Maður mín, Martin Djurhuus doyði fyri tveimum árum síðani. Vit eiga tríggjar vaksnar døtur og átta ommubørn.

-Eg haldi, at tíðin gongur ógvuliga skjótt. Tvær døtur búgva á Sandi og tær síggi eg ofta. Eg gangi til fimleik tvær ferðir um vikuna og eg havi ein stóran urtagarð, sum skal røkjast, eg keði meg ikki.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.