Skriva út

Tomas Johansen

Tomas Johansen
klokkari
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Tomas Jóhansen stavast uttan h og hann er ein kollfirðingur, sum býr í Streymnesi og hann hevur verið kirkjutænari. Tomas er føddur 17. juli 1956.

-Eg bleiv klokkari í Hvalvíkar kirkju, tí tað var ringt at fáa klokkarar um tað mundi. Petur Zachariasen ringdi til mín og bað meg um at avloysa hann. Eg var klokkari eina tíð og so fekk eg knappliga møguleikan at fáa arbeiði í Norra og tók av og tí mátti eg gevast sum klokkari.

-Eg hevði tikið starvið uppaftur, um heitt var á meg. Kirkjan hevur týdning fyri meg og eg havi eisini verið virkin í kirkjuráðsarbeiði, havi verið formaður fyri kirkjuráðnum, men eg gjørdist ov stuttur til at náa alt, sum hendi í lívinum.

-Eg arbeiddi í oljuvinnuni, sum maskinmaður. Eg gjørdist maskinmaður sum ungur, fyrst í læru í fýra ár og síðan á skúla í eitt ár. Eg sigldi við fiskiskipum kring í Norðuratlantshavi og havi ikki verið til skips, síðan 1980.

-Í dag arbeiði eg í entrepernør vinnuni við maskinum hjá Articon og fríðtíðin fer við at eta og sova. Tað er nógv arbeiði í hesum tíðum og stundir eru ikki til nógv annað.

Tomas er uppvaksin í Kollafirði, har hann er slektaður.

-Konan eitur Eydna Zachariassen og er úr Streymnesi. Tá íð vit settu búgv fyri 38 árum síðan, ynskti hon at búgva í heimbygdini Streymnesi og eg sigldi ein stóran part av árinum og var tí ikki so upptikin av, hvar eg búði. Tí bleiv tað til Streymnes, heldur enn Kollafjørð. Vit hava fingið tvey børn og fýra barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.