Skriva út

Thomas Michael Jensen

Thomas Michael Jensen
klokkari
Fámjins kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Thomas Micael er føddur 25. september 1952 er fámenningur, vaks upp í Famjin og búði øll ungdómsárini har, heilt til hann í 1984 flutti til Havnar og hann er enn í Havn. Og sum ungur var hann eisini klokkari í Famjins kirkju.

-Eg fór fyrst til skips, eftir at eg var konfirmeraður. Fyrsti túrurin var í 1968 við Porkeningi. Tá var eg messur og hjálpti kokkinum. Vit royndu í Grønlandi við línu. Í 1969 var eg við Gamla Andrass og her royndu vit í New Foundlandi. Tað var gjøgnumgangandi nógv betri veður í Grønlandi, sigur Thomas Michael Jensen.

-Eg var til skips í fýra ár frá 1968-1972. Tá fór eg á háskúla og liðugur við háskúlan fór eg at egna hjá Vesturhavinum Blíða, sum var ein útróðrarbátur heimahoyrandi í Famjin, men sum róði út av Tvøroyri. Seinni fór eg eisini á upsaveiðu við hesum bátinum og var við, til eg fór at læra til bygningssnikkara hjá Sigmund Strøm, snikkarameistara á Tvøroyri.

-Eg byrjaði fast sum klokkari í Famjins kirkju í 1965. Eg hevði eisini ringt áðrenn, var 12 ára gamal fyrstu ferð eg var klokkari. Og eg ringdi av og á, heilt til eg flutti til Havnar í 1984. Reynold Nielsen, snikkarameistari í Havn manglaði fólk, eg søkti og eg havi verið hangandi í Havn síðani.

Í Havn møtti Thomas Micael konuni Almu Gregersen, sum var ættað úr Syðrugøtu. Tey eiga eina dóttir.

-At smíða gjørdist mítt lívsstarv. Nú arbeiði eg hjá Húsavarðatænastuni, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.