Skriva út

Thomas Christian Jacobsen

Thomas Christian Jacobsen
forsangari
Bønhúsið í Søldarfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Thomas Jacobsen er ein eiðismaður, sum hevur búð næstan alt lívið í Søldarfirði. Hann er í dag 84 ára gamal, føddur tann sætta november 1932 og dagarnir ganga fyri tað mesta við at sita hjá konuni Jonny, sum er óhjálpin og býr á Ellisheiminum í Runavík. Hon er deyv, men skilinum bilar einki.

-Merkiligt, at eg skuldi enda í Søldarfirð. Eg eri annars eiðismaður og vaks upp á Eiði. Eg var 26 ára gamal, tá ið eg kom til Søldarfjarðar. Eg møtti konuni á Sjómansheiminum í Havn. Eg hevði tá verið nøkur ár í Norra og hevði siglt við norskum skipum, var komin heim við fiskiskipi og ávegis norður til Eiðis, fór eg á Sjómansheimið. Tá var ferðasambandið ikki sum tað er í dag og at ferðast úr Havnini og norður til heimbygdina var ein stór ferð, sum tók tað mesta av einum degi. Hetta var um nátturðatíð. Konan arbeiddi á Sjómansheiminum og hon gav mær nátturða. Tað segði bang beinanvegin. Hon var ógvuliga fitt, tað er hon enn, men nú orkar hon einki.

-Eg var ógvuliga væl móttikin í Søldarfirði. Vit búðu hjá svigerforeldrunum og eg var móttikin sum ein sonur. Eftir hetta var eg lítið á Eiði. Eg átti hús á Eiði, áðrenn eg møtti konuni. Eg leigaði tey út í nøkur ár og at enda seldi eg tey, sigur hann. Hóast tað eru mong ár síðan Thomas flutti úr heimbygdini hongur málið við. Hann sigur framvegis “vitt í staðin fyri vit.” Og tað gera vanliga eiðismenn.

-Mær dámdi væl í Norra, eg sigldi um summarið og arbeiddi í landi um veturin. Eg ætlaði at fáa konuna við yvir, men hon vildi ikki. Tí settu vit okkum niður í Søldarfirði. Og tað var heldur ikki nøkur skeiv avgerð. Tað hevur fruktað væl. Níggju fold. Vit eiga tríggjar deiligar døtur og tær hava givið okkum níggju barnabørn og fýra og eitt hálvt langbarnabørn.

-Eg havi verið forsangari í bønhúsinum. Eg havi altíð sungið og havi eisini verið í kórinum hjá Símun Nónklett. Mamma hevði so gott mál, ja hon var ein sonn operasangarainna og hevði komið langt, um hon fór tann vegin. Men hon fór heldur norður til Eiðis.

-Eg kann siga, at eg havi havt eitt langt og gott lív. Eg arbeiddi í mong ár hjá timburhandlinum i Runavík og kom víða um í Eysturoynni. Mangan drekkamunnin havi eg drukkið á okkara ferðum, tá vit koyrdu tilfar út. Eg havi ikki havt hundavaml, heilsan hevur verið góð heilt fram til fyri trimum árum síðan. Nú eri eg nokk so óhjálpin, eg fekk ikki koyrikortið aftur og tað er ein stór avmarking í lívinum. Dótturin Elsa, sum er gift í Gøtu, plagar at koyra meg úr Søldarfirði og út til Ellisheimið. (Samrøðan varð gjørd í februar 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.