Skriva út

Terji Holm

Terji Holm
klokkari
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Terji er nólsoyingur og hann er maskinmeistari og í kjallaranum hevur hann alla smiðjuútgerð enntá ein drejibonk í fullari stødd. Hann er eisini eitt sindur av einum uppfinnara og hevur roynt seg við eini vindmyllu uttanfyri og eyguni lýsa, tá íð hann tosar um hvat ber til á tí tekniska økinum. Dagliga arbeiðir hann sum montørur hjá kølifyritøkuni Frost og so er hann eisini klokkari í kirkjuni á Tanganum í Nólsoy. Terji er føddur 11. oktober 1961.

-Eg havi avloyst sum klokkari. Tað vóru tveir klokkarar og annar flutti niður. Nú hjálpi eg Kristian Hansen, sum er klokkari og eri klokkari av og á, sigur Terji Holm.

Terji byrjaði starvsleiðina við at læra á skipasmiðjuni í Havn og við Poul Mohr sum stjóra. Eftir lokna lærutíð fór hann á maskinmeistaraskúla og eftir tað sigldi hann. Men tað hendu broytingar í lívinum, tá annar tvíburðasonurin Róar gjørdist sjúkur, fekk muskulsvinn og misti part av førligheitini.

-Eg legðist uppi á landi og fór at arbeiða sum montørur hjá Frost. Tað gongst væl við soninum í dag. Hann er 30 ára gamal og ein glaður og positivur maður og býr í Havn. Hann hevur hálvtíðarstarv á Almannastovuni og klárar seg. Hin tvíburðurin hevur yvirtikið mítt barnaheim í Nólsoy og býr har. Hann er ikki merktur av sjúku.

-Eg eri giftur við Annu Marnu, sum er lærari her í Nólsoy. Vit eiga tríggjar synir, tann elsta og síðan tvíburðarnir. Vit hava fingið eitt barnabarn og næsta er á veg, hetta er ordiliga stuttligt, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.