Skriva út

Terji Djurhuus

Terji Djurhuus
kirkjusangari
Hans Egede Kirke

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Terji syngur sum ein eingil Ave Mariu hjá Schubert, meðan russiski organisturin í Hans Egede kirkjuni spælir undir. At vera kirkjusangari er eitt starv í Sankta Ólavs kirkjuliðið í Keypmannahavn eins og tað er at vera organistur og deknur. Terji er føddur 24 februar 1988.

-Eg var spurdur um at vera avloysari sum kirkjusangari og eg segði ja. Og eg helt áfram sum avloysari, til eg knappliga var fastur kirkjusangari. Mær dámar sálmasang. Mamma tók meg altíð við í kirkju, tá íð eg var barn, og tað vóru sálmarnir, sum settu seg hjá mær. Sálmar hava eitt virði bæði tónlistaliga, skaldsliga og kensluliga. Og mær dámar væl orgultónleik, eg kenni meg sum ein part av felagsskapinum í kirkjuni av sanginum, sigur Terji Djurhuus, sum er úr Kollafirði.

Terji hevur, sum so nógvir aðrir føroyingar, lisið í Keypmannahavn.

-Eg havi tikið ein bachelor í økonomi á CBS, Copenhagen Buisness School og akkurát nú arbeiði eg á einum eventbureau, har eg eri leiðari. Eg fari kanska at taka ein kandidat einaferð, men akkurát nú eri eg skúlatroyttur. Eg trívist væl í Keypmannahavn og mær dámar væl tey, sum eg eri saman við her.

-Um eg flyti heim aftur til Føroyar, tað er ein brennandi spurningur. Um møguleikin býðst, so, hvør veit. Mær dámar eisini væl í Føroyum.

Ólavur er sonur Óluvu og Grettir Djurhuus í Kollafirði og Óluva er ættað av Eiði.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”