Skriva út

Sylverius Jacobsen

Sylverius Jacobsen
deknur
Skála kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sylverius Jacobsen, sum hevur verið deknur í Skála kirkju í mong ár, er eisini eineggjaður tvíburði. Eldri beiggi hansara Marius hevði størri skund at koma í heimin. Hann er føddur í Leirvík og Sylverius á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað eru seks tímar í millum teir. Sylverius kom í heimin tann 19 juli 1953. Teir eru meinlíkir, brøðurnir, og báðir eru deknar. 

    -Eg var skinndeyður, tá ið eg og mamma komu á sjúkrahúsið og tey fingu lív í meg aftur. Og vit eru tættir brøður og vita altíð av hvørjum øðrum, uttan at orð eru søgd. Eg havi gott fornemmilsi av hvat bróður ger og er annar sjúkur, er hin tað eisini, soleiðis í allari almindiligheit.

Sylverius fekk lærupláss sum maskinsmiður á Skála Skipasmiðju í 1970 og hesin lærusáttmálin fekk stóra ávirkan á hansara lívsleið. Tað gekk ikki drúgv tíð, so møtti hann konuni Sannu av Skála og tey giftust í 1973. 

    -Vit hava verið saman í 41 ár og hava ongantíð havt tað betri enn tað sama. Eg havi fingið eitt skinn til eina konu. Eg havi ikki longst aftur til Leirvíkar og nú foreldrini eru farin, er longri og longri í millum, at eg vitji. 

    -Tá ið eg flutti á Skála sum fremmandur maður, fór eg beinanvegin í kirkjuna og gjørdist ein partur av henni. Eg havi altíð gingið í kirkju, eisini tá ið eg ikki tímdi. Eins og eg hevði gjørt í Leirvík, gjørdist eg eisini ein partur av missiónshúsinum. Her á Skála er eins og nógva aðra staðir í landinum, at tað er sama fólkið, sum er í kirkjuni og í missiónshúsinum. 

    -Eg loysti onkuntíð Hallgrím av sum deknur í áttatiárunum í farnu øld og tey mundu halda, at eg hevði evnini, tí tá íð Hallgrím legði frá sær, var eg ein av teimum trimum, sum var biðin um at avloysa hann. 

    -Mær dámar presisheit og eg eri konservativur. Eg eri ikki fyri teimum stóru broytingunum í kirkjuni. Tað verður tosað so nógv um at hava serstakar familjugudstænastur. Fyri meg er ein og hvør gudstænasta ein familjugudstænasta. Men hetta merkir ikki, at eg ongar broytingar ynski.

Nú umbyggingin av kirkjuni verður liðug, fáa vit køk og eitt stórt rúm at hittast í. Tað kann vera, at vit skulu hava kirkjukaffi av og á undan gudstænastuni, soleiðis at kirkjufólkið hevur møguleikan at hittast til prát og samveru. 

    -Eg haldi ikki, at vit skulu lata so illa at á Skála. Kirkjufólkið er ikki minkað nakað munandi tey árini eg havi verið kirkjutænari. Til eina vanliga deknaguðstænastu eru umleið 70 fólk í kirkju og um 100, tá ið prestur er, og tað er ikki ein so lítil partur av teimum 700, sum búgva á Skála, sigur Sylverius Jacobsen. 

    -Eg havi ætlanir um, at halda fram sum deknur. Tað er so nógv lættari nú, vit eru fleiri, sum skiftast. Asbjørn hevur sett okkum til ein mána í senn og tað passar mær væl, nú eg starvist innan frálandavinnuna.