Skriva út

Svenning Reinert

Svenning Reinert
deknur
Skúlin í Norðadali

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fyrsta jóladag í 2020 sat Svenning Reinert einsamallur í heimi sínum í Norðadali, mitt í millum báðar dalarnar, har hann hevur sett seg niður á trøðni hjá abba sínum Cornelius Reinert í Norðadali. Og einsamallur sat hann ikki, tí hann søkir einsemi. Svenning dámar væl fólk kring seg, og tað er siðvenja at systkinni hjá honum koma til Norðadals 1. jóladag at eta døgurða. Svenning er føddur 1. jóladag 25. desember 1935.

-Í ár brast hann á við kavaroki, og har var einki at gera. Út á dagin bardi beiggi mín seg norður við døgurða og hann fór avstað aftur beinanvegin, tí hann ivaðist veður. Familjan plagar at savnast her, tí fyrsti jóladagur er føðingardagur hjá mær, sigur Svenning Reinert.

Svenning fór sum ungur til skips, men legist uppi, tí Oyggjavegurin fór í gerð. Og meðan hann arbeiðir við Oyggjavegin í sekstiárunum í farnu øld, fær hann boði starv í Mjørkadali, har hann millum annað skuldi halda vegin niðan í bunkaran og at grava kava um veturin. Hetta gjørdist hansara lívsstarv.

-Mær dámar væl í Norðadali.

-Konu míni dámdi eisini her. Hon doyði 8. november 2018. Vit fingu 41 praktfull ár saman. Vit vóru sum eitt, og eg sakni hana nógv. Hon var ættað úr Sørvági. Vit fingu tveir synir saman. Teir búgva uttalands. Annar í Vojens í Danmark og hin í Malmø í Svøríki. Eg plagi at vitja teir. Tann eldri eigur tvær døtur og tann yngri tveir synir, sigur Svenning Reinert.

-Prestur var í Norðadali á jólum, á páskum og á hvítusunnu. Eg var deknur og hjálpti honum. Hetta gekk fyri seg í skúlanum. Hann hevði altargreiðir við og tær hevði hann lænt úr Vesturkirkjuni, har hann eisini var deknur. Nakað av fólki kom í kirkju, men ikki øll. Ein familja í Norðadali hoyrir til Brøðrasamkomuna og tey komu ikki til gudstænastu, sigur Svenning Reinert. Tað hevur ikki verið siður í Norðadali at lesa lestur, deknur lesir inngangs og útgangsbøn.

Svenning kom at arbeiða í Mjørkadali alt sítt vaksna lív.

-Har legðist nógvur kavi um veturin. Vit høvdu sett 900 hálvantumma galvanseraði rør, sum vóru tríggjar metur høg fram við vegnum og refleks á tey, annars sá ein ikki at grava. Eg skuldi eisini syrgja fyri, at nóg mikið av vatnið var til niðara bygningin í Mjørkadali. Harvarein stórur vatnbrunnur.Hetta var eitt gott arbeiðspláss og mjørkadalsmenninir vóru stás menn at arbeiða fyri, sigur hann.

Annars er Svenning kendur frá ríðingarítróttini í Suðurstreym. Hann hevur vunnið óteljandi steyp í kappingum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.