Skriva út

Svanhild Christiansen

Svanhild Christiansen
deknur og klokkari
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg búgvi á Kirkju, eg havi altíð búð her. Eg havi verið eitt ár í Danmark, tað er mín tíð uttanfyri landoddarnar, sigur Svanhild, meðan hon hyggur út gjøgnum vindeygað.” Svanhild er fødd 7. september 1986.

-Eg havi postin, handilin og fáist við seyð. Handilin opnar fastar tíðir, annars ringja fólk bara. Um veturin eru millum 5-10 fólk á Kirkju, sigur Svanhild Christiansen.

-Vit hava nokk at gera á Kirkju og keða okkum ikki. Tað er ikki gudstænasta hvønn sunnudag, mann kann siga, at tað er minkandi við tí. Her hevur ongin gudstænasta verið síðan á jólum og nú er mars um at vera liðugur.

-Onkuntíð hugsi eg, at eg búgvi í eini doyggjandi bygd, men eg hopi tað ikki, sigur hon. Svanhild býr í barndómsheiminum. Hon er altíð umgyrd av hønum, dunnum og gæs, sum halda til úti í túninum.

-Eg eri virkin. Eg bindi nógv, garvi skinn, sum verða seld í handlinum, seyðurin fer við nógvari tíð vetrarhálvuna, men tað er eitt arbeiði, sum mær dámar stak væl. Eg kenni meg sum eitt við kríatúrini, sigur hon.

Svanhild fór at handla aftur í Geilahandlinum, sum hevur verið á kirkju í eitt mannaminni. Men Corona hevur loypt ólag í. Her hevur nærum einki fólk verið úti í Fugloy, síðan vit fingu Corona til landið. Áðrenn Corona tíðina mól handilin runt. Nú bíðan vit eftir, at alt verður vanligt aftur. Eg eri ikki heilt einsamøll í handlinum. Systkinnabørnini hjá mær hjálpa til og tað kemur væl við, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.