Skriva út

Súsan Tavsen

Súsan Tavsen
klokkari
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað liggur til familjuna, at vera kirkjutænarar. Mamma hevur verið altíð, omma eisini og undan henni við og nú eri eg klokkari, sigur Súsan Tavsen, sum er klokkari í Sørvágs kirkju. Hon er fødd tann 11. oktober 1965.

-Eg gekk í kirkju allíkavæl og segði ja, tá eg varð spurd, um eg vildi gera tænastu í kirkjuni. Eg var fyrstu ferð klokkari jólaaftan 2011, sigur Súsan Tavsen.

-Eg eri eisini ættað av Eiði. Pápi mín er av Eiði, tí navnið Tavsen. Hetta er ein øðrvísi formur av eftirnavninum og ein danskur prestur hevur helst forbronglað tað ella tikið feil, tí er eitt v komið upp í eftirnavnið.

-Eg eri uppvaksin í Sørvági og havi eisini búð í Sandavági í nøkur ár. Eg byrjaði sum hondarbeiðslærarinna og fór seinni niður á Falster at lesa pedagog. Í dag arbeiði eg á frítiðarskúlanum og her ganga børn úr fyrsta og øðrum flokki eftir skúlatíð. Eg havi eisini arbeitt á Verkhúsinum, sum er verkstaður fyri menningartarnað og sálarsjúk. Tað eru tvey ógvuliga ymisk arbeiði, sigur hon.

Súsan eigur tvey vaksin børn og trý barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.