Skriva út

Sunnva Kjærbo

Sunnva Kjærbo
deknur
Sumbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sunnva Kjærbo byrjaði sum deknur í Sumbiar kirkju í 2015 og nú vit hitta hana hevur hon verið deknur í seks ár. Sunnva er fødd 23. mai 1982.

-Tá íð eg varð spurd, sum eg vildi vera deknur, gjørdist eg rørd og glað. Men eg kundi ikki taka av beinanvegin. Eg bad tey um at bíða, tí børnini vóru smá. Tá ið børnini vóru eldri, tók eg við sum deknur. At vera trúgvandi betýðir nógv fyri meg og tí kennist tað rætt at vera deknur, sigur Sunnva Kjærbo.

-Eg minnist, at eg var øgiliga nervøs fyrstu ferð eg skuldi vera deknur. Eg eri framvegis nervøs, men eg biði um styrki áðrenn lestur og tað hjálpir, sigur hon.

-Vit eiga tvey børn, eina dottir, sum er fimtan ára gomul nú vit skriva 2021 og ein son, sum er 11 ára gomul. Eg eri gift við Bergur Vinther. Hann er ættaður úr Vági og vildi búgva í Sumba. Eg eri fødd og uppvaksin í Sumba og tað hevði stóran týdning eisini at búgva her sum vaksin. Vit eru seks systkin og fýra av teimum búgva í Sumba. Nú er mamma eisini flutt aftur til Sumba eftir at hava búð norðanfyri í nøkur ár og tað eru vit fegin um. Hini bæði systkinni hjá mær búgva í Danmark.

Sunnva arbeiðir dagliga sum sølukvinna hjá Føroya Tele á Tvøroyri.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.