Skriva út

Súni Abrahamsen

Súni Abrahamsen
klokkari
Oyndarfjarðar kirkja
Súni Abrahamsen er føddur í Oyndarfirði í 1950 og síðan hann var smádrongur er hann leiddur í kirkjuna og kirkjan er ein partur av hansara uppvøkstri . Og kanska hugsaði hann onkuntíð um at gerast kirkjutænari, tá ið hann sat á familjubonkinum, men tað gingu nógv ár, áðrenn boð vóru eftir honum og hesa tíðina var hann ein stóran part av tíðini umborð á skipum og serliga niðri í maskinrúminum. Súni tók sum blaðungur maskinmeistaraprógv og er í hesum starvi enn.

-Eg hevði faktisk hugsað um, at fara at gera tænastu í kirkjuni. Mær hevur altíð dámt væl kirkjuna og hinvegin, eg var nógv burtur og eg skuldi fáa lívið at passa til hetta nýggja starvið. Tað loysti seg sjálvt. Eivind Petersen, sum hevði verið klokkari í eitt mannaminni, var farin at eldast og hann leitaði eftir avloysara ella einum at hjálpa sær. Og hann kom til mín og hóast eg var eitt sindur skeptiskur, tók eg av og havi verið kirkjutænari síðani, tá ið eg eri heima og tað er brúk fyri mær, sigur Súni Abrahamsen.

-Eg má viðganga,at eg var eitt sindur óttafullur í fyrstuni. Serliga hetta við at ringja út. Tey níggju biðisløgini við ymiskari herðslu á sløgunum. Men skjótt kemur ein í vana við tað. Og við jarðarferðir ringja vit øðrvísi og lata sløgini doyggja út, áðrenn vit taka eitt nýtt. Hetta skuldi eg venja meg við. Eg taki hetta sum eitt álvarsligt starv og eg eri spentur, hvørja ferð eg fari heim í kirkjuna sum klokkari. Og eg vil hava, at tað er ordiligt. At onki liggur og sløðist og tað er hampiligt hjá fólki at fara í kirkju. Hesum ansi eg eftir sunnumorgnar áðrenn sjálva gudstænastuna og eg fari í góðari tíð. Eg plagi at hyggja kring kirkjuna leygarkvøld og taki okkurt, upp, um nakað er har.

-Uppgávan hjá klokkaranum, umframt at ringa, er eitt nú at telja hvussu nógv fólk eru í kirkju. Hetta geri eg saman við dekninum. Síðan ansi eg eftir, at ljósini eru í lagi, skifti perur, gangi við talvuni og ansi eftirfyri, at ein fløvi er inni, sigur Súni Abrahamsen.

3. mars í 2001 ringdi Súni fyri fyrstu ferð og hann hevur ongar ætlanir um at gevast í hesum arbeiði, annað enn, at broytingar í arbeiðslívinum kunnu gera, at hann ikki er hjástaddur.

-Men eg kann altíð byrja aftur, tá ið eg eri heima.

Jústinus Ejdesgaard