Skriva út

Sune Jacobsen

Sune Jacobsen
deknur
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sune Jacobsen var 19 ára gamal, áðrenn hann gjørdist greiður yvir, at hann kallaðist Sune. Árini framman undan so langt aftur hann kann minnast, hevði hann skrivað seg Suni. Men so fekk hann eyga á føðibrævið ella dópsattestina og har stóð svart upp á hvítt, at hann eitur Sune og soleiðis hevur hann skrivað seg síðan. Sune er føddur sætta januar 1952.

Sune er ein maður við nógvum álitisstørvum í heimbygdini og eitt av teimum hevur verið at lisið í kirkjuni, tá sørvingum hava manglað dekn.

-Eg havi verið meira avloysari enn fastur deknur, men tað er vorðið til eitt sindur gjøgnum árini. Eg havi avloyst og tá ið Oddur og Torkil hava borist frá, havi eg verið fúsur, sigur Sune Jacobsen.

-Eg fór á læraraskúla í 1971 og tá tók tað fimm ár og eftir lokið prógv flutti eg aftur til heimbygdina og her havi eg verið virkin síðani. Eg havi sitið í 40 ár í kommununi og eisini sum borgarstjóri og tað eri eg enn. Eg havi verið aktivur alt lívið og byrjaði longu sum smádrongur sum skóti og seinni gjørdist eg skótaleiðari, sigur hann.

-Sum barn var eg nógv í Skopun. Mamma mín Inna, var úr Skopun. Hon fór tíverri alt ov tíðliga, eg var einans 15 ára gamal og beiggi mín Eivin var einans nýggju. Hon doyði av blóðproppi. Mamma átti fýra systrar, sum allar endaðu í Sørvági. Eg vaks upp hjá mostrunum.

-Mær hevur dámt væl kommunalpolitikk og eg havi eisini roynt meg í vinnulívinum. Og aftanfyri hetta hevur altíð ligið lærarayrkið, sum mær hevur dámt sera væl. Mítt lív hevur snúð seg um at hava við fólk at gera.

-Konan Vivi er úr Sørvági. Vit eiga tvey børn, eina gentu og ein drong. Gentan er 12 ár eldri enn drongurin. Hann var ein eftirnølari. Vit eiga tvey barnabørn, sum ríka okkum lívið, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.