Skriva út

Steinbjørn V. Olsen

Steinbjørn V. Olsen
klokkari
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Steinbjørn Viggoson Olsen er klokkari í Argja kirkju. Hann er nýggjur í starvinum og  byrjaði í oktober 2019. Viggo er føddur 22. apríl 1973.

-Man blívur ikki bara klokkari. Tú skal upplærast áðrenn. Tað er ikki manuel ringing longur, og tí er at trýsta á røttu knøttarnar og finna út av hvussu automatikkurin riggar. Aðrar uppgávur eg havi sum klokkari er at taka silvurið fram, rætta stólar, tendra altarljósini og gera altarborðið klárt, sigur Steinbjørn V. Olsen.

-Eg eri klokkari, tá íð tað manglar fólk. Eg eri biðin fyrr, men havi ikki havt stundir. Eg segði ja, seinast eg var biðin. Eg havi vakt fjórða hvønn mána. Klokkarar eldast. Tann yngsti er 67 og nú eri eg so komin aftur at og eg eri 47, sigur hann.

-Eg havi altíð verið knýttur at kirkjuni. Eg eri KFUM skóti og tað ger, at man er knýttur at kirkjuni. Eg havi verið skóti síðan 1983. Eg eri partur av átta ættarliðum, sum stava frá Argjum, so argjamann kann eg kalla meg av røttum.

-Pápi mín Viggo Olsen var skald og timburmaður. Eg havi arvað evnini at yrkja frá honum, eg yrki nógv, men gevi ikki út. Eg veit ikki ordiliga hví, tað kemur kanska, sigur hann.

Konan eitur Lizel og er frá Filippinunum. Tey eiga ein son, sum er uppkallaður eftir abbanum, Viggo.

-Vit búgva í barnaheiminum á Argjum og eg eri dagstovnaleiðari við Landavegin, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.