Skriva út

Sonja Tausen

Sonja Tausen
deknur
Glyvra kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Lívið hjá gøtukvinnuni Sonju Tausen hevur verið í eystara parti av Eysturoynni. Hon byrjaði í Syðrugøtu, var smágenta og genta har, vaks upp, fór í skúla í Fuglafirði, tá íð hon var um konfirmeringsaldur og síðan var hon eitt skifti og tók læraraskúlaútbúgving. Setti seg niður í Søldarfirði í nøkur ár, flutti síðan út í Saltangará og hevur arbeitt í mong á við Tofta Skúla, har hon er enn. Hon er fødd 9. mai 1959.

-Eg haldi, tað er gott at vera deknur. Eg var fyrst deknur í bønhúsinum í Søldarfirði. Vit fluttu í Søldarfjørð í 1985, áðrenn tað høvdu vit búð eitt skifti á Glyvrum, og eg varð biðin til dekn á heystið 1991. Í Søldarfirði er einans bønhús í merkingini, at har eru ikki aðrar kirkjuligar handlingar sum dópur og brúarvígslur. Tó er prestur av og á og tá er altargongd. Eg havi eisini verið deknur á Glyvrum og tað var meira friðarligt í Søldarfirði, tí her var tú bara upptikin sunnudagar, meðan á Glyvrum var ofta virksemi í kirkjuni gerandisdagar.

-Vit fluttu út í Saltangará í 1998 og nakað eftir tað gjørdist eg deknur í Glyvra kirkju. Eg avloysti Dagny Højgaard, tá maður hennara fekk starv sum trúðboðari í Suðuroy. Eg var virkin í kirkjuni og hevði eisini sunnudagsskúla. Deknagudstænastan er í heilt føstum rammum og tað dámar mær. Tú ger nakað sum kirkjutænari, tá ið tú kemur í kirkju. Eitt nú fyrireiki eg meg væl framman undan til at lesa. Glyvra kirkja er ein stór kirkja, nógv fólk, og tí er tað neyðugt, at vit vita, hvat vit gera. Vit vóru fýra deknar og tað var neyðugt. Nú eru tað nøkur ár síðan, at eg var avloyst sum deknur.

Maður Sonju eitur Hans Tausen og er ættaður úr Havn. Hann er tannlækni á Skálafjørðinum. Tey eiga tvær døtur og eina ommudóttir, sum er uppkallað og eitur Sonja.

-Fyri okkum er tað praktiskt at búgva í Saltangará. Maðurin arbeiðir her og tað er stutt í skúla á Toftum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.