Skriva út

Sonja Michelsen

Sonja Michelsen
deknur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sonja hevur verið deknur í Kunoyar kirkju síðan 2017. Hon er ein av okkara ungu deknum í fólkakirkjuni. Sonja er fødd 16. september 1997.

-Mær dámar at lesa. Eg byrjaði í fjør, tá læs eg tvær ferðir. Nú havi eg lisið í eitt ár og tað er nakað spennandi í at lesa fyri øðrum, soleiðis at tey kunnu hoyra Guds orð. Tað var nokkso ringt í fyrstuni og tað faktisk næstan alt í fyrstuni, sigur Sonja Michelsen.

-Eg svaraði ja beinanvegin eg varð spurd. Eg hugsaði, at eg hevði altið gingið í kirkju og nú hevði eg møguleikan at fáa ábyrgd og tað kundi eg ikki siga nei til. Her var einki at ivast í. Skipað var fyri einum deknaskeiði og tað hjálpti mær væl og gjørdi meg betri skikkaða.

-Eg lesi nú á triðja árið miðnám. HT á Klaksvíkar tøknibreyt. Eg veit ikki, hvat eg fari at læra til.

Sonja hevur á ungum árum fingið ábyrgd. Við seinasta kommunuval varð hon vald í bygdaráðið, sum er fyri Kunoyar bygd og Haraldsund og hon gjørdist varaborgarstjóri ella næstkommanderandi í kommununi.

-Eg búgvi heima hjá mammu og babba og eg rokni við, at eg fari at búgva í Kunoy. Her er gott at vera, her eri eg uppvaksin og bestemmi eg, fari eg at búgva her, sigur hon.

(Samrøðan varð gjørd í mars 2018).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.