Skriva út

Sólvá Syderbø

Sólvá Syderbø
deknur
Vesturkirkjan
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sólva Syderbø hevur verið deknur í eitt ár í Vesturkirkjuni, tað eru longu nógv ár síðan. Hon byrjaði í starvinum í 1997 og gavst í 1998. Hon er lærari í Eysturskúlanum og tað hevur hon verið, síðan hon tók læraraprógv sum heilt ung. Sólvá er fødd 27 apríl 1961. 

    -Tey manglaðu deknar í Vesturkirkjuni og eg varð spurd og tók av. Eg hevði gingið í kirkjuni, síðan hon var bygd, barndómsheimi liggur í grannalagnum. Eg var konfirmantur, tá ið konfirmatión varð hildin fyrstu ferð í kirkjuni og Vesturkirkjan er mín andaligi heimstaður, sigur Sólvá Syderbø. 

    -Men eg var ikki leingi í starvi. Maður mín Birgir Syderbø fór út at sigla og vit áttu smá børn og tíðin strekti ikki til, tí gavst eg. Mær dámdi annars væl at vera deknur og hevði eyðmýkt fyri starvinum. Eg kendi Jenny Lydersen, sum var starvsfelagið hjá mær innan lærarayrkið og visti, at hon hevði verið deknur á Viðareiði og vit spurdu hana og hon er enn deknur í Vesturkirkjuni. 

    -Eg havi verið lærari øll árini, síðan eg tók læraraprógv í 1987 og øll árini við sama skúla, Eysturskúlan. Og tað man hava verið tekin um, at eg havi trivist.

Sólvá er dóttir Jonu Mortensen og Martin Olsen, prentara. Tey eru bæði farin. Martin var alla sína tíð prentari á Dimmalætting. Hann er sonur Hósvíks Jákup og Mariu, tey búðu á Húsabrúgv. Jona var ein av 12 systkjum og var dóttir Thomas Juul og Lenu Mortensen. 

    -Familjan í móðurætt er stór og har eru nógv systkinabørn. Helvtin av teimum 12 systkjunum vóru reyðhærd, tvey av mínum trimum børnum hava reytt hár og ommudótturin hevur knallreytt hár. Eg eri einabarn, men tað er ikki heilt rætt. Tvey av mínum systkinabørnum eru vaksin upp hjá okkum, tí mamman doyði og tey eru systkin fyri mær, sigur hon .