Skriva út

Sólvá Bærentsen

Sólvá Bærentsen
hjálparfólk
Skopunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sólvá Bærentsen heldur altardúkarnar í Skopunnar kirkju, hon ger nýggjar og strýkur teir verandi. Og arbeiði at gera nýggjar altardúkar hevur verið terapi fyri hana, tí hon er rakt av sorg sum fá. Fyrst misti hon manni og fáar mánaðir aftaná misti hon ein 27 ára gamlan son, sum druknaði.

-Kirkjan eigur tríggjar altardúkar. Tann dúkurin, sum lá áðrenn eg gjørdi mín, hevði Mia Joensen heklað. Hon er mamma Hans Marius Joensen. Ein annar hondgjørdur var, sum var keyptur úr Danmark. Hann var tann fyrsti í kirkjuni. Teir báðir tveir, sum eg havi gjørt eru hardanger. Tað merkir, at teir eru kliptir og seymaðir, sigur Sólvá Bærentsen.

-Mær hevur altíð dámt at gjørt handarbeiði og tann fyrra dúkin til kirkjuna gjørdi eg meira, tí eg kendi takksemi til kirkjuna. Tann seinni var rein sorgarterapi. Eg setti sjálv mynstrini saman, so eg kann siga, at hann er mín egni.  Maður mín Sigurd Bærentsen doyði í 2007 av krabbameini í høvdinum. Og sonurin doyði 18 mánaðar seinni, teir høvdu verið og dykkað á Sandi, tá íð vanlukkan hendi. Ein deiligur og fittur drongur.

-Vit fingu fýra synir. Og eg eigi tvey ommubørn í dag. Eg eri ættað úr Famjin. Maður mín Sigurd var organistur og deknur í kirkjuni í Skopun. Vit møttust í Havn. Hann gekk á læraraskúla og eg arbeiddi í handli. Eg havi trivist væl í Skopun.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.