Skriva út

Sólrun Gleðisheygg

Sólrun Gleðisheygg
deknur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sólrun Gleðisheygg er uppvaksin tey fyrstu árini á Gutta í Oyndarfirði og síðan flutti hon saman við foreldrunum til Syðrugøtu og hon hevur búð á Argjum stóran part av vaksna lívinum. Hon er fødd 22. september 1965.

-Eg byrjaði formilga sum deknur 1 januar í 2017. Árið fyri var eg byrjað so spakuliga. Eg kendi meg ikki nóg sterka. Systir mín Sonja doyði í 2014 av lungnagikt og tað var leingi hjá okkum at koma fyri okkum aftur av hesum skelkinum og ikki minst sorgini. Tað er hart at missa og serliga, tá tann sum fer, stendur einum so nær, sigur Sólrun Gleðisheygg.

-Eg haldi, at tað gongur betri nú, eitt sindur nervapirrandi viðhvørt, eg hugsi altíð, um eg eri góð nokk. Fyrstu tíðina læs eg inngangsbøn og útgangsbøn. Tað krevur nógv av mær at lesa, tí eg havi ikki so lætt við at lesa. Tað er ikki staðfest orðblindni, men eg havi ein mistanka. Eg má í hvussu er lesa ofta í gjøgnum, fyri at fáa tað við. Eg plagi at møta tíðliga, tí eg vil ikki vera stressað. Tann eina mánaðin, stutt eftir at eg var byrjað, hevði eg 11 gudstænastur. Tað var ov nógv fyri meg. Nú hava vit skipað okkum øðrvísi og hava ongantíð meira enn eina viku vakt í senn, sigur hon.

Sólrun er gift við Regin Joensen av Argjaboða. Tey eiga trý børn, tvær døtur og ein son og tey hava fingið tveir ommusynir í skrivandi løtu. Sólrun arbeiðir í almennu umsitingini í Tinganesi sum skrivstovufólk.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.