Skriva út

Sofus Johannesen

Sofus Johannesen
urguansari
Gjáar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er ikki tóni skaptur í heysinum á honum og allíkavæl syrgir hann fyri urguljóðinum í Gjáar kirkju. Tað er Sofus Johannesen, skrivað verður um. Hann er føddur 29. juli 1960 og hevur sjáldsama starvið at fáa urguna í kirkjuni við Gjógv, at spæla teir sálmar, sum deknurin ella prestur velur. Orgulið hevur alla sálmabókina spæla inn í goymsluna og tað er bara at trýsta á ein knøtt, so koma “Jesus til várt sálargagn,” og aðrir góðir sálar og fylla ljósa kirkjurúmið so vakurt, at dunið av briminum uttanfyri má víkja eina løtu.

-Eg kom í kirkjuráðið fyri mongum árum síðani og okkum manglaði organist. Lærarin, Hans Christiansen gavst. Onkur hevði hoyrt um, at man kundi fáa eitt orgul við kasettur, sum kundu spæla sálmarnar, um ongin organistur var tøkur. Eg fór til Elding og spurdi meg fyri. Sjálvur dugi eg ikki at spæla, eri ikki musikalskur og var ovgamal til at fara at læra meg. Og hetta gekk skjótt. Tá ið Hans lærarin fór til gravar spældi nýtt automatiskt orgul fyri fyrstu ferð í kirkjuni.

-Eg siti ikki bara á loftinum og ansi urguni. Eg eri deknur onkuntíð. Tá ið Poul Johannus Johannesen ella Páll Sivertsen hava forfall sum deknar, traðki eg til og lesi. Og neyðugt er at fyrireika seg væl. Tað tekur tíð at velja ein lestur og ein má hava sæð tónan í lestrinum, áðrenn gudstænastan byrjar.

-Yvirhøvur, tá ið fólk vitja bygdina, tá koma tey í kirkju. Serliga tá nógv fólk eru í summarhúsunum á Fornagørðum summarhálvuna. Vanlig ferðafólk koma ikki nógv í kirkju. Og vit eru munandi færri í kirkjuni um veturin. Her kunnu vera heilt upp í 20 í kirkju og tað kemur eisini fyri, at vit einans eru trý og tá eru bara kirkjutænararnir í kirkju, sigur Sofus Johannesen.

Sofus býr fast við Gjógv, hann er ógiftur. Hann hevur næstan alt livið starvast hjá Toll og Skatt í Havn, í 37 ½ ár og hann koyrir í millum. Hann er KT maður.

-Eg veit ikki, tað var ikki ætlanin, at eg skuldi búgva við Gjógv, tað kom seg soleiðis, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.