Skriva út

Sørin Martin Danielsen

Sørin Martin Danielsen
deknur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sørin Martin Danielsen hevur verið deknur í Kunoyar kirkju í mong ár. Hann býr í Kunoy og her eru røturnar fastar. Sørin Martin er føddur 3. mars í 1938.

-Eg byrjaði í 1986, enntá tíðliga í 1986 og læs av og á lestur. Í apríl 1987 byrjaði eg fast. Eg sigldi úti til september 1987 og síðan havi eg verið heimamaður. Eg var í kirkju sum vanligt. Gamli lærarin Jógvan Hentze bað meg. Hetta hendi ein dagin í kirkjuni, hann hevði gloymt brillurnar eftir við hús, eg læs lestur hendan dagin og varð hangandi, sigur Sørin Martin Danielsen.

-Eftir at verða lægstur upp á land, koyrdi eg lastbil fram til 1992. Fór síðan umborð á Barðskor í sigling til Kalsoyar og var í hesi sigling fram til 2007, tá var eg komin til pensiónsaldur. Eg sigldi úti  sum skiparin og stýrimaður í danska handilsflotanum, sigur hann.

-Eg gavst á sjónum nýggjársaftan í 2017. Konan eitur Bergfríð Huusgaard og er ættað úr Klaksvík. Hon hevur ikki livað væl seinstu tíðina og vit hava verið nógv niðri í sjúkraørindum. Tí var rætt at gevast. Vit eiga fýra børn, harav trý búgva niðri. Og vit hava fingið 11 barnabørn.

-Eg havi seyð, tað er mítt frítíðarítriv. Her er bátur og neyst, men eg eri sjálvdan á floti.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.