Skriva út

Sjúrður Martin Mikkelsen

Sjúrður Martin Mikkelsen
organistur
Skúlin í Gásadali

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sjúrður er sørvingur og pensioneraður lærari. Hann hevur ábyrgdina av, at urgan í skúlanum spælir sum hon skal, tá íð prestur heldur gudstænastu av og á og til regluligu deknagudstænastuna hvønn sunnudag. Og tá íð eg sigi, at Sjúrður syrgir fyri, at urgan spælir sum hon skal, merkir hetta ikki, at hann spælir sjálvur, men at hann passar eina automatiska urgu, har sálmaløgini eru spæld inn framman undan. Hann er beskeðin og sigur: “Eg trýsti bara á ein knøtt og orgultónleikurin fyllir skúlastovuna. “ Sjúrður er føddur 20. august 1954.

-Pápi mín, Kristian Mikkelsen var úr Heimistovu í Gásadali. Hann flutti oman til Sørvágs. Vit eru nógv uppi í Gásadali. Pápi keypti eini hús í Gásadali, húsini á Gráasteini og tey arvaði eg, og vit hava brúkt tey heilt nógv.

-Húsini standa áfast í Gráastein og gásadalsmenn trúgva, at hesin steinur er íbygdur. Tað gav at býta, vit ætlaðu at spreingja eitt petti av honum, tí vit umvældu húsini. Men tá kom ein gásadalsmaður har ógvuliga avgjørdur. Hann segði: “Um tit spreingja handan steinin, leggi eg meg oman á hann áðrenn, og so spreingja tit meg við. Her verður ikki livandi í Gásadali, sum tit gera skaða á hendan steinin.” Vit hava tikið eitt pettið av honum nú, og tað hevur ikki verið okkum at meini, sigur hann.

-Undir umvælingini funnu vit ein lítlan meitil millum steinin og húsini. Hetta var ein dvørgameitil og hann er so hvassur og so gott bit er í honum, at tað heftir ikki fyri, tá ið eg havi brúkt hann.

-Eg byrjaði í 2008 at passa orgulið, hetta var áðrenn Jóngerð fór at lesa. Eg havi verið longri tænari enn hon.

Sjúrður tók læraraprógv í Havn og var síðan eitt ár lærari á Giljanesi áðrenn hann kom í Sørvágs skúla, sum gjørdist hansara lívsstarv. Jóngerð og Sjúrður eiga fýra dreingir og fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.