Skriva út

Símun Fríðrikur Hansen

Símun Fríðrikur Hansen
klokkari
Svínoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Símun hevur yvir 60 ár á baki sum klokkari í Svínoyar kirkju. Fyrstu ferð hann var klokkari, var hann einans 11 ára gamal. Símun er føddur 26. oktober 1945.

-Hetta var í 1956, at eg var biðin at ringja saman við Hendrik Hansen. Pápi og teir vaksnu menninir í Svínoy vóru á Suðurlandinum og har var ongin annar enn vit ungu. Síðan helt eg fram sum klokkari, um pápi mín, vanliga nevndur Ola, var tilskips. Tá íð pápi kom heim aftur, tók hann aftur við sum klokkari, sigur Símun Hansen.

Eg minnist, tá íð Fríðrikur kongur doyði, hetta var í 1972. Tá var eg heima og tá var ein øgilig ringing, so nógv, at eg helt ikki ordliga ordran úr Havn, um hvussu skuldi ringjast, men ringdi eitt sindur minni enn eg átti, sigur hann.

-Eg var eisini í fleiri ár forsangari. Altíð hevur mær dámað væl at sungið og vit høvdu ongan organist um tað mundi, har var bara eitt at gera, og tað var at syngja fyri.

Símun eigur hús í Havn, men hann er nógv í Svínoy og tá heldur hann til í barndómsheiminum Úti á Bø, sum abbi hansara Hans David bygdi. Símin hevur verið seinastu dagarnar í Svínoy og rigga til barnadóp og tað er ikki gerandiskostur í Svínoy. Dótturin Svanna eigur tveir synir og tvær døtur. Hon býr í Skopun. Synirnir eru doyptir í Skopunar kirkju og døturnar í Svínoyar kirkju og nú verður yngsta doypt.

Símun hevur siglt alt lívið, hann hevur verið yvir 50 ár á sjónum og hevur verið nógv við fraktskipi og eisini fiskiskipi. Hann er eisini óførur kvøðari og verður ofta biðin at skipa í føroyskum dansi kring landið.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.