Skriva út

Símin Ejler Berg

Símin Ejler Berg
tøkningur
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Símin er úr Hvalba. Og tá íð tunellin kom til Sandvíkar í 1969, komu nógvar damur fyri ein dag úr Sandvík og ein teirra varð seinni kona Símins, Lena Jacobsen úr Sandvík. Hon doyði fyri tveimum árum síðani av krabbameini í brisinum og tað merkir nógv lívið hjá Símin.

-Eg og Lena møttust og fóru á læraraskúla saman. Vit fluttu til Leirvíkar, har eg fekk starv og eg var lærari í Leirvík í 30 ár. Vit bygdu í Leirvík og konan arbeiddi sum lærari á serstovuni í Runavík, sigur Símin Ejler Berg.

-Eg fór frá við pensión í 2014 og konan helt á fram at vera lærari í Hvalbiar skúla, har hon tók sær av næmingum við autismu, heilt til hon doyði í 2019. Vit eiga eina dóttir, sum býr í Leirvík og hon er júst vorðin mamma og eg eri vorðin abbi. Tað gangi eg nógv uppí og verið helst oftari norðanfyri, nú abbasonurin hevur sæð dagsins ljós. Sonurin hjá okkum lesir niðri, sigur hann.

-Mær dámar væl tøkni og havi fingist við upptøkur og ljóð. Eg havi fylgt Stanley Samuelsen nú í nøkur ár, har eg havi tikið konsertir upp, sum hann hevur hildið. Tað verður savnað til ein film, og hesin filmurin er í ger, sigur hann.

-Mín leiklutur í Sandvíkar kirkju er at standa fyri stroyming av jarðarferðum og syrgi fyri sálmasanginum í kirkjuni. Tá ið vit ikki hava organist, hava vit live upptøkur av sálmasangi úr øðrum kirkjum og hesin verður spældur í kirkjuni og kirkjufólkið syngur við, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.