Skriva út

Símin Chr. Olsen

Símin Chr. Olsen
deknur
Gøta

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Símin Chr. Olsen er nýggjur deknur í Gøtu kirkju og hann er ikki lokalur sum so, men hann býr í Gøtu. Símin Chr. Er føddur 28. juni í 1984.

-Eg gjørdist deknur, tí eg kendi prest og varð spurdur. Eg helt meg ikki vera nóg virknan í kirkjulívinum og tí kom tað væl við, at eg varð spurdur. Eg vil gjarna gera okkurt í kirkjuni. Eg eri heilt nýggjur, havi bara einaferð verið til arbeiðis í kirkjuni og tað var enntá til eina sjónvarpsgudstænastu. Alt hetta er nýtt fyri meg og eg skal venja meg við tænastuna í komandi mánum, sigur Símin Chr. Olsen.

-Eg búgvi í Gøtu, men verið nokk ikki heilt roknaður sum gøtumaður, hóast mamma mín er úr Syðrugøtu og eg eri uppkallaður eftir abba mínum í Syðrugøtu, Símin har Nirði. Eg eri úr Rók í Saltnesi, har eg eri uppvaksin, men eg var nógv í Syðrugøtu í mínum uppvøkstri.

Símin er giftur við Ruth Mohr í Grund úr Syðrugøtu. Tey eiga trý børn, seinasta kom í november 2020.

Símin Chr. Olsen er útbúgvin journalistur og hevur tikið útbúgving sum ítróttarjournalistur á skúla í Bretlandi. Hann er í starvi í kringvarpinum og seinastu tvey árini sum ítróttarjournalistur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.