Skriva út

Sigrun Heldarskarð

Sigrun Heldarskarð
deknur
Mikladals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Knýta vit gentunavnið Eliassen upp í Sigrun, fara tankarnir beinanvegin til Mikladals, har Eliassen er eitt heilt vanligt eftirnavn. Sigrun er gift Heldarskarð og er ættað úr Mikladali og býr í Klaksvík. Sigrun er fødd 13. februar 1966.

-Eg byrjaði sum deknur í 2004 og tá vóru serligar umstøður í heimbygdini. Pápi mín, Líggjas Eliassen doyði. Hann var organistur. Hann var 83 ár, tá íð hann andaðist. Eivind Eliassen, pápabeiggi mín,  var deknur aftan á abba, Jóan Magnus Eliassen. Babba og Eivind doyðu um somu tíð, og knappliga vantaðu tveir kirkjutænarar í kirkjuni, og báðir høvdu drúgvan starvsaldur.

-Karl Hendriksen, sum er mikladalsmaður, men hevur búð meginpartin av ævini í Havn, flutti aftur til Mikladals og avloysti pápa við urguna og eg avloysti pápabeiggjan sum deknur, sigur Sigrun Heldarskarð.

-Í fyrstuni gekk eg høgt upp í at lesa, eisini aftaná, at eg var flutt til Klaksvíkar. Nú er tað mest Eyðun Eliassen sum lesur.

-Vit giftust i 1991, Jógvan Sámal og eg.  Eg festi Hússtovugarðin í Mikladali og sat við festinum í 15 ár, eftir at pápi var farin. Eg eri einabarn, misti trý systkin sum lítil. Tey vóru fødd spastikarar. Sjálv eri eg tvillingurin, sum yvirlivdi. Míni børn hava ikki hesa sjúku.

-Vit eiga vaksnar tríggjar døtur og trý barnabørn. Eg var liðugt útbúgvin sjúkrasystur í 1991. Eg havi arbeitt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðani, eisini tá íð eg búði í Mikladali. Síðan havi eg fingið mær útbúgving sum psykoterapeutur og havi seinastu tíðina arbeitt burtur av innan hetta fak. Nú fari eg aftur á sjúkrahúsið at starvast sum sjúkrasystur og verið psykoterapeutur í avlopstíðini, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.