Skriva út

Sigrid Jógvansdóttir

Sigrid Jógvansdóttir
deknur
Árnafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sigrid Jógvansdóttir hevur drúgva tænastu sum deknur í Árnafjarðar kirkju. Hon hevur verið deknur seinastu 40 árini. Læs sum 12 ára gomul inn og útgangsbøn og fast deknur síðan 1993. Sigrid er fødd 4. november 1968.

-Eg havi verið fastur deknur í nógv ár og kom tað fyri, at ongin kirkjugongd var, so varð lestur lisin heima. Vit búgva í Klaksvík, men eg havi hús í Árnafirði og eg rokni við, at tá eg fari at eldast, fari eg at flyta til Árnafjarðar. Vit eru fyri tað mesta í Klaksvík, nú børnini eru smá. Ein dóttir okkara er menningatarnað og hon krevur nógva hjálp, sigur Sigrid Jógvansdóttir.

-Eg eri so glað fyri mína heimbygd. Her er so  hugnaligt í Árnafirð og eg fegnist um hetta umhvørvið. Tað hevur sína sjarmu, sigur hon.

-Eg var burtur frá deknastarvinum í eini fimm ár, meðan børnini vóru heilt smá. Men kirkjan kallaði aftur. Tað er mín lutur at boða frá um Jesu pápa og tað er vigtugt. Eg haldi, at tað er gott fyri børn at ganga í kirkju. Øll renna í dag og tí er gott hjá børnum at koma í kirkjuna at sissast, sigur hon.

-Eg eri sjúkrasystur og arbeiði innan sosialpsykiatriina. Eg arbeiði við fólki, sum hava sálarligar avbjóðingar og eri glað fyri tað arbeiðið, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.