Skriva út

Signy Joensen

Signy Joensen
deknur
Oyndarfjarðar kirkja
Signy Joensen er fødd undir krígnum, nærri roknað í 1941. Hon hevur verið ein partur av bygdarlívinum í Oyndarfirði, síðan hon var barn. Hon giftist við Leo í Billustovu og var eitt stutt skifti og arbeiddi í Klaksvík, áðrenn hon giftist. Hon er mamma og omma og langomma. Signy og Leo bygdu hús við Heygsmørk, eitt navn, sum valla er kent millum ungu oyndfirðingarnar í dag og tey eiga kanska vakrasta útsýnið í allari bygdini og eitt av teimum heilt vøkru í landinum. Tey síggja sólina eftir øllum himmalinum og tað er bara tær báðar vikurnar kring sjálvt nýggjárið at hon er burtur og langt burtur er hon ikki. Eitt sindur longur uppi í bønum skínur hon alt árið. Eg hitti Signy ein sunnudag eftir døgurða. Leo var sjónliga ávirkaður av linheit av góða døgurðanum, sum varð kvitteraður við ísi og fromasju. “Hevði tú verið nakrar minuttir fyrr, hevði gongin verið full av stórum skóm,” Sonurin Ingolf og konan Ulla, sum búgva á Norðskála, høvdu verið til døgurða og tey eiga vaksnar trillingar, og tað er ein innsúgur, tá íð tey koma á vitjan.

Signy hevur eisini verið ein partur av kirkjulívinum frá barnsbeini av og um hálvt hundrað ára aldur fer hon at gera tænastu í kirkjuni sum deknur.

-Tað kom soleiðis eitt sindur av tilvild. Amy Andreassen varð vorðin deknur nøkur ár framman undan. Vit báðar eru í slekt. Og Amy barst frá og hon bað meg lesa. Eg helt, at hetta skuldi vera bara ta einu ferðina, men so var ikki. Hetta var í 1990. Skjótt var eg fastur deknur og leingi einsamøll. Tá ið Erika Lómstein Petersen var í barsil, var eg einsamøll. Eg hevði eisini barnamøtini í missiónshúsinum seinni um dagin. Eg læs øll nítiárini, men so fór sjónin av bila. Eg varð løgd undir skurð í 2001 og í 2003 gavst eg sum deknur. Skurðviðgerðin eydnaðist ikki væl og eg fekk eisini ein blóðtøpp í annað eygað og tað gjørdist endin á mínum starvi við lestrarfjølina. Eg haldi seinastu árini var tað bara viljin, sum helt meg til, tí eg var slett ikki før fyri at lesa, sigur Signy.

-Tað var tilvildin sum leiddi meg inn í kór í guds tænastu. Eg hevði ongantíð hugsað tankan, áðrenn eg var biðin. Og tað var ikki uttan ekka, at eg fór undir hetta starv. Eitt herðaklapp frá einum kirkjugangara tók óttan burtur. Tað var Asmund Petersen, sum eisini var klokkari av og á.

Hann kom til mín eftir fyrsta lesturin, eg hevði lisið og takkaði. “Tú lesur bæði hart og týðuliga.” Og eg tók hetta starv við stórum álvara. Seinast eg læs var fyri trimum árum síðani. Tað var til eina føstugudstænastu. Tað var stríggið við míni vánaligu sjón, men tað gekk.