Skriva út

Signar Dam

Signar Dam
deknur
Vesturkirkjan
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Signar Dam er ein av teimum gomlu í Vesturkirkjuni hóast hann enn er ein maður í góðum árum. Hann kom í kirkjuráðið í 1984 og tvey ár seinni var hann klokkari og hann er enn tænari í kirkjuni. Fyri hendan norðskálamannin hevur trúfesti móti kirkjuni stóran týdning. Signar er føddur 6 juni 1958. 

    -Tað var Johan Gaard Joensen, sum var klokkari og hann bað meg. Hann var eitt ediligt menniskja, sum fór alt for ungur. Og hvat er drívmegin í kirkjuliga arbeiðinum. Tað er mín trúgv á Jesus Kristus og tað, at hann sendir okkum í tænastu. Trúfesti hevur stóran týdning fyri meg og ymiskar eru náðigávurnar. Summi eru íverksetarar og onnur taka eftir og kirkjutænastan skal haldast viðlíka. 

    -Eg varð leiddur sum barn í kirkju á Norðskála. Fyrstu ferð eg ringdi var í Norðskála kirkju til eina barnagudstænastu. Eg var barn tá og til søguna hoyrir eisini, at eg fekk bláar fingrar, tí eg royndi at steðga kúlvinum við mínum smáu fingrum. 

    -Eg flutti til Havnar í 1975, fór í handilslæru hjá Thomas Dam. Seinastu 30 árini havi eg verið á Skipasmiðjuni í Havn. Fyrst á goymsluni, har eg hevði ábyrgd av máling og timbri og seinnu árini havi eg verið nógvi úti á bedingini og tikið skip upp. Mær dámar at vera trúgvur í tænastuni. 

    -Kirkjan er nakað støðugt. Eg eri í kirkjuráðnum og virksemið broytist við árunum. Í dag eru nógv fleiri konsertir og onnur tiltøk í kirkjuni. Men gudstænastan hevur nakað fast og skipað í sær, sum ikki broytist. Eitt nú hevur Eyð Berghamar Jacobsen skipað fyr vøggusangi, at pinkubørn verða tikin inn í gudstænastuna og sleppa eitt nú at spæla í doypivatninum. Eftir nakrar fáar ferðir kenna børnini hetta aftur og hugna sær. Eg havi eisini verið deknur seinastu árini.

Signar er giftur við Ingu Dam og tey eiga tvær vaksnar gentur og trý barnabørn.