Skriva út

Sigmund Dam

Sigmund Dam
klokkari
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sigmund Dam er føddur 14. august 1935 og hevur verið sjómaður alla sína tíð. Onkuntíð hevur hann verið heima og tá er komið fyri, at hann hevur verið klokkari, tí klokkari hevur manglað.

-Eg fylti 14 ár umborð á Coraliu undir Íslandi. Vit royndu við Langanes. Hetta var heysttúrin 1949. Eg var sjómaður fram til 1991. Mest línumaður, men eisini við trolara í Íslandi. Eg var skipari fyrstu ferð sum 27 ára gamal í 1962. Vit royndu við botngørnum undir Grønlandi og í ísfiski undir Føroyum. Tvær ferðir eri eg komin aftur við ongum skipi. Vit rendu á ís við gamla Fame í 1958 og so var eg við at renna á ein flúr norðanfyri Julianehåb, sigur Sigmund Dam.

-Eg havi verið formaður í kirkjuráðnum í kirkjuni við Norðskála í mong ár og tað er hendan vegin, at eg onkuntíð havi verið klokkari. Eg havi altíð hildið meg vera róligur maður, men einaferð gav at bíta í kirkjuni. Eg var einsamallur og har var eitt óljóð, sum eg ikki kendi. Eg fór uppá loft og har var einki at síggja. Eg komið niður aftur í kirkjuna og her er sama óljóð, men nú hoyri eg, hvar tað kemur frá. Tað kom úr kapellinum. Eitt vindeyga stóð opið. Eg var glaður fyri, at eg kannaði hetta, sigur hann.

-Vit fingu kirkjuna í 1931. Áðrenn fóru fólk við báti til Eiðis í kirkju. Eg minnist einaferð, at ein kista var førd við áttamannafari frá Norðskála og norður til Eiðis. Siglt varð tríggjar ferðir rund við sólini, áðrenn báturin setti kós norður móti Eiði og fólk stóð á bakkanum og hugdi. Mínir forfedrar vóru í kirkju við presti einaferð um árið, sigur hann.

-Kona mín, Elin var ættað frá Gjógv. Vit komu saman, tá íð eg gekk á skiparaskúla í Havn í 1956. Alt ber til, tá ein er forelskaður. Eg gekk onkuntíð frá Norðskála og til Gjáar. Tað var drúgvt at ganga. Hon doyði knappliga í 2012. Tað var hugstoytt. Alt hendi so knappliga. Hon hevði hjartatrupulleikar, fekk ísetta eina ballón, tað gekk væl, men so fekk hon aftur hjartatrupulleikar og tá var einki at gera, sigur hann.

-Vit fingu fimm børn saman, einsamallur eri eg ikki. Tríggjar døtur og ein svigardóttir arbeiða hjá Stanley, sum er ein familjufyritøka, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.