Skriva út

Sára Jørginsdóttir Mrdalo

Sára Jørginsdóttir Mrdalo
deknur
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sára Jørginsdóttir Mrdalo er deknur í Skála kirkju. Óvanliga eftirnavnið stavar frá manninum, sum er føddur og uppvaksin í Kroatia Hann eitur Zvonko Mrdalo og er ættaður úr Dubronic. Saman eiga tey trý børn, sum eru 14, 9 og fimm ár. Sára sá dagsins ljós tann 18 mars 1971. 

    -Eg síggi deknastarvið meira sum eina uppgávu og ikki nakað stórt kall sum so. Hetta er nakað, ið skal gerast. Samstundis fái eg nógv burtur úr sjálv. Eg fái nakað andaligt burturúr. Eitt nú stendur ein tekstur klárari fyri mær, um eg lesi hann ofta og hetta er vanligt, tá ein fyrireikar seg til eina deknagudstænastu. Lestrarnir ganga eisini aftur ár um ár, og eg kann skilja ein lestur øðrvísi nú, enn eg gjørdi fyrstu ferð eg læs hann. 

    -Sum kirkjutænari eri eg ein partur av nøkrum, sum er rætt fyri meg og tað er gevandi og gleðiligt at vera ein partur av tí. 

    -Í kirkjuni eins og aðrastaðni í lívinum fylgjast gleði og sorg. Barnadópurin er nakað heilt serligt hvørja ferð, tí gávan er so stór, óbetingað og náðifull. Fyri meg er handlingin í dópinum pen, rík og gevandi, tað er nakað hátíðarligt kirkjan ger. Og sum ein mótsetningur er jarðarferðin, sum kann vera tung til tíðir. 

    -Eg var eitt sindur ósikkur í byrjanini sum deknur, serliga um tað var full kirkja. Men so broytti eg hugsan og gjørdist tryggari. Eg hugsaði, at tað gjørdi einki, um eg onkuntíð læs skeivt, tað var í hvussu er ongin katastrofa. Eg eri ikki ein maskina. Kirkjan er heldur ikki so formell, sum hon vísti seg fyri mær í byrjanini. 

    -Tað var Katrina Weihe, sum spurdi meg, um eg vildi vera deknur. Eg segði ikki ja beinanvegin. Vildi hava stundir at umhugsa meg og so segði eg ja, men ikki upp á lívstíð.
Sára er útbúgvin lærari og hon flutti heim úr Aberdeen í 2003. Maður hennara hevði lisið í Aberdeen.