Skriva út

Sandur Danielsen

Sandur Danielsen
organistur
Sjóvar kirkja
Síðan 26 juni 1935 hevur ein maður verið á Strondum,sum hevur borið navnið Sandur. Hann er nú 79 ára gamal og situr mangan í summarhúsinum uttast í Raktanga og hyggur aftur á lívið, sum fyri ein stóran part hevur gingið fyri seg innan fyri hann, inni á Strondum og inn til Sjóvar. Og hann kann hyggja aftur á tey mongu hús hann hevur smíðað í bygdini, tað eru heilir býlingar, um tey verða løgd saman. Og kirkjan hevur eisini fingið sítt í hansara langa lívi. 

    -Tann fyrsta sálmin, eg spældi í kirkjuni var “Dejlig er den himmelblå.”Hann stóð sum nummar 20 í Bielefeldt nótabókini og hann minnist eg enn við øllum fýra stemmunum, sigur Sandur Danielsen.
 
    -Eg var fjúrtan ára gamal, tá íð eg slapp fram at teimum hvítu og svørtu tangentunum og heiðurin eigur Christian Høj, sum tá var lærari og organistur. Hann hevur sæð okkurt í mær, tí hann helt meg til at spæla orgul og lærdi meg frá grundini av allar stemmurnar. Eg var ungur og hevði lætt við at læra nótarnar. Onkuntíð var Christian Høj deknur, og tá spældi eg, sigur Sandur Danielsen.
 
    -Tað var bara ein prestur á Skálafjørðinum, tá eg var ungur, hann sat á Nesi og tað var slett ikki altíð,at hann var til jarðarferðir. Hetta kravdi meira av dekninum og Christian Høj, sum hevði lætt við at skriva og bera fram, hevur talað yvir mongum líki í kirkjuni. Og tá kom eg fram at sum organistur. 

    -Eg lærdi beinanvegin at spæla fýrstemmugt, men tað tori eg ikki longur,skjótt at taka feil og nú eru árini mong. Øll tey fyrstu árini spældi eg allar stemmurnar eftir nótum. Í dag spæli eg meira eftir gehør og sálmasangur gongur væl eftir gehør. Formurin í kirkjuni er bundin, her skal ongin feilur vera.

Sandur hevur altíð verið avloysaraorganistur. Pípuorgulið kom seinast í sjeytiárunum í farnu øld og Christian Høj helt seg ikki til. Tá gjørdist Ámund Berthelsen fastur organistur og Sandur var avloysari hjá honum.

Sandur hevur drúgva og fjøltáttaða lívsleið at hyggja aftur á. Hann hevur verið til skips sum blaðungur við gomlum træskipum. Hann hevur lært til timburmann, gingið á handverkaraskúla, smíðað sum ungur í Noregi og fekk fyrstu húsini at byggja, áðrenn hann hevði fingið sveinabræv. Og hann hevur roynt seg í vinnulívinum, var í nøkur ár stjóri fyri táverandi flakavirkinum á Strondum, Bátafisk.
 
    -Eg royndi meg fyrstu ferð sum sjálvstøðugur í 1960, tá eg fekk eini hús at gera. Síðan fór eg niður aftur á Handverkaraskúla í Næstved, har eg fekk sveinabrævið. 

    -Síðan 1962 havi eg verið sjálvstøðugur timburmeistari og havi bygt mong hús, serliga á Strondum og mong onnur arbeiði. Hetta árið giftist eg við Marjun Danielsen. Í dag pilkist eg heima og í summarhúsinum og havi ikki trupulleikar við at fáa tíðina at ganga.

Orð: Jústinus Ejdesgaard