Skriva út

Sámal Petur í Grund

Sámal Petur í Grund
deknur
Bønhúsið í Søldarfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hóast Sámal Petur í Grund ikki er føddur fyrr enn í 1958, hevur hann longu 27 ára starvsaldur sum deknur í bønhúsinum í Søldarfirði og hetta hendi eisini, hóast hann seinastu árini hevur verið búsitandi í Klaksvík, har hann er skipari á Ternuni og dagliga førir kalsoyingar um fjørðin. Sámal Petur er føddur í Syðrugøtu. Foreldrini Martin og Maria í Grund bygdu í Søldarfirði í 1963. Tá var Martin skipari á Havørnini, sum hoyrdi til bygdina.

-Eg havi havt tilknýtið til bønhúsið alt lívið og longu sum 19 ára gamal byrjaði eg sum deknur at lesa lestur. Eg var deknur í tíðarskeiðnum frá 1977-1999 og aftur frá 2006 og fram til 2011.

-Tað var abbabeiggi mín Adolf, sum bað meg og ivamálið hjá mær var einans um eg hevði førleikan. Eg føldi, at eg átti ikki at siga nei. Óli, lærarin, sum hevði verið deknur í mong ár, varð vorðin veikur og eg byrjaði sum avloysari og tá ið Óli var farin, var eg deknur burturav. Hetta er tað gamla missiónshúsið og her var hildin gudstænasta, langt áðrenn húsið varð vígt til bønhús. Bønhúsið hevur tveir týdningar í bygdini. Eitt er at upprætta andaliga samfelagi og hin er ikki minst sosiali týdningurin. Húsið hevur sera stóran sosialan týdning.  Her í bønhúsinum eri eg á heilagari grund, sigur Sámal Petur í Grund.

-Eg búgvi í dag í Klaksvík og eri á 12 ári skipari á Ternuni. Hetta gevur mær serliga gott høvi at eygleiða gongdina í Kalsoynni. Eg føri hvørt menniskja um fjørðin saman við manningini. Eg rokni ikki við, at Kalsoyggin doyr út, men vit skulu helst rokna við, at hon kemur at standa í stað næstu mongu árini.

Sámal Petur hevur havt fjølbroytta virkisleið. Hann hevur roynt seg í í politikki og hevur í fleiri umførum sitið á tingið fyri Sjálvstýrisflokkin. Hann var landstýrismaður, meðan Edmund Joensen var løgmaður 19-94-1997 og aftur meðan Annfinn Kallsberg var løgmaður frá 2001. (Samrøðan er gjørd í februar 2016).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.