Skriva út

Sámal Petersen

Sámal Petersen
deknur
Funnings kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sámal hevur búð í Funningi alla sína tíð og hann hevur álitisstarv í kirkjuni. Hann er deknur, og tað hevur hann verið í yvir 50 ár. Hann hevur eisini verið klokkari. Sámal er føddur 16. august í 1940.

-Eg byrjaði sum deknur annan sunnudag í atvent í 1966. Eg tók við eftir pápa mín Sigmund Petur Petersen í Hoygarðinum. Eg læs eisini av og á fyri Karl Højsted, sum byrjaði sum deknur í 1958, sigur Sámal Petersen.

-Eg sigldi frá miðskeiðis í 50 unum og til fyrru helvt av sjeytiárunum og tá íð eg var burtur, læs onkur annar fyri meg. Mær hevur dámt stakvæl at vera kirkutænari, tó harmist eg, at kirkjan verður so lítið vitjað, fólkatalið er minkað burtur í einki. Tá eg var smádrongur vóru 44 børn í skúlanum, nú er ongin. Tað er bæði hugaligari og lættari at lesa hjá einum dekni, um kirkjan er full, sigur hann.

-Eg haldi eisini, at tað er gott, at deknastarvið er ólønt. So leingi sum eg orki, vil eg gera hetta ólønta arbeiðið fyri kirkjuna. Eg havi starvsaldurin til at fáa medailju og tað havi eg ikki hugsað um. Um nakar vil heiðra mítt arbeiði, ber til at geva kirkjuni eina samsýning, sigur hann.

-Eg lesi vanliga væl upp á til lesturin, men ikki altíð. Um prestur er seinnapart sunnudag, brúka við øvugta tekstarøð til lesturin. Og lestrar eru slitsterkir. Um eg lesi sama lestur hjá eitt nú Jákup Dahl tríggjar ferðir eina viku, so fái eg altíð okkurt nýtt burturúr. Eg haldi, at ein lestur má hava eina vissa longd. Eg haldi eisini, at ein má kunna sita í kirkju í trý korter, sigur Sámal Petersen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.