Skriva út

Sámal Matras Kristiansen

Sámal Matras Kristiansen
organistur
Hvalvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

“At eg búgvi í Hvalvík er tilvildarligt. Eg búgvi her, bara tí at her er gott at búgva. Tað kundi eins væl verið í Hósvík ella í Kvívík. Eg eri uppvaksin í Fuglafirði, gingið í skúla har og á Kambsdali.”  Sámal Matras situr og funderar yvir, hví hann er akkurát har hann er í lívinum. Hann er organistur í Hvalvíkar kirkju og undirvísir sum studentaskúlalærari í Hoydølum. Hann er føddur 17. desember 1977.

-Eg byrjaði sum organistur í februar 2013. Eg hevði ikki spælt urgu áðrenn, men eg havi spælt nógv klaver og lisið nótar. Eg royni at læra meg við urguni, tað er nógv øðrvísi, royni at venja meg við pedalarnar. Eg spæli, tá ið eg eri heima, og rokni meg ikki sum professionellan urguleikara, eg eri fyrst og fremst klaverspælari.

-Gerandisdagurin fer við at vera lærari á Studentaskúlanum í Hoydølum. Eg undirvísi í landafrøði og samfelagsfrøði.

-Eg eri tann einasti organisturin í Hvalvíkar kirkju í løtuni. Tað er eitt sindur forpliktandi, men um eg skal okkurt annað, so sigi eg frá í góðari tíð.

-Eg havi altið havt tilknýti til kirkjuna. Gekk í kirkju og serliga í sunnudagsskúla í Fuglafirði og hetta hevur fylgt mær sum vaksin. Tá eg búði niðri í Roskilde, var eg í einum kirkjukóri í eini lítlari kirkju við navninum Jacobs kirkjan. Sang eisini kórsang í Dómkirkjuni, men gavst við tí, tí tað gjørdist ov nógv.

-At vera organistur síggi eg sum eitt ítriv og eisini ein háttur hjá mær at koma í kirkjuna.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.